leygardagin 19. juli 2003
Melda til her!
Fyrsta Tórshavn Marathon
Bragdið bjóðar rennarum úr Føroyum og útlondum til Atlantic Airways Tórshavn Marathon leygardagin 19. juli 2003.
Hetta er fyrsta marathon-renningin nakrantíð í Havn, men aðru ferð at hesin teinurin verður runnin í Føroyum. Fyrstu ferð, marathon varð runnið í Føroyum, var í samband við Oyggjaleikirnar í 1989.
Eisini hálvmarathon og stuttleikarenning
Eisini verður møguligt at luttaka í hálvmarathon (21,1 km) og stuttleikarenning fyri vaksin og børn. Stuttleikarenningarnar verða tvær, ávikavist 5,8 km og 3 km.
Við stuttleikarenningini er ætlanin at fáa flest møgulig út at røra seg hendan dagin uttan at seta serlig krøv til skjótleika ella tíðir. Endamálið er at hava tað stuttligt og at seta ein serligan dám á miðbýin henda dagin!
Marathon tiltakið í ár er ein roynd av sínum slag hjá Bragdinum, og ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Nakrir útlendingar koma at luttaka í ár, men komandi árini rokna vit við lutfalsliga stórari luttøku úr útlondum.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, setur marathon tiltakið og letur startskotið ganga.
FM-kapping
Marathon renningin er samstundis kapping um FM heitið, og teir rennarar, sum kappast um hetta heiti, skulu verða limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt í Føroyum.
Start og mál
Marathon og hálvmarathon byrja kl. 14.00 í miðbýnum og enda sama stað í miðbýnum. Stuttleikarenningin fyri vaksin byrjar samstundis sum marathon. Stuttleikarenningin fyri børn byrjar ein hálvan tíma seinni .
Rutan
Allar kappingarnar byrja og enda í miðbýnum. Runnið verður fyrst 5,8 km runt í Havnini. Síðan verður runnið móti Kaldbak og aftur til Havnar, fram við Strond. Hálvmarathon-rennarar venda áðrenn Sundsverkið. Marathon-rennarar venda í Kaldbak. Allar rutur eru uppmáldar sambært AIMS reglum.
Luttøkutreytir
Fyri at renna marathon skal ein hava fylt ella fylla 18 ár í ár, og fyri hálvmarathon er markið 16 ár, samstundis er miðvís marathonvenjing sjálvandi eisini ein fortreyt. Stuttleikarenningin er fyri øll og er býtt í tveir bólkar, upp til 12 ár renna 3 km, 13 ár og eldri renna 5,8 km.
Luttøkugjøld
Marathon luttøkugjaldið er 250 kr., 1/2 marathon 200 kr., stuttleikarenning 5,8 km 100 kr. og stuttleikarenning 3 km fyri børn 50 kr.
T-shirt
Íroknað luttøkugjaldið í øllum bólkum er ein T-shirt og ymiskt at drekka og eta á rutuni og í máløkinum.
Tilmelding og gjald
Tilmelding kann gerast beinleiðis á heimasíðuni www.athletics.fo ella umvegis Kunningarstovuna í Havn. Luttøkugjaldið skal flytast á kontu í Føroya Banka 6460-166.239.4.
Gjaldast má beinanvegin í sambandi við tilmelding.
Tilmeldingarfreistin er 14. juli, og vit heita á allar luttakarar um at melda til í góðari tíð, soleiðis at fyrireikarnir betri kunnu fyrireika tiltakið.
Heintan av startnr.
Allir rennarar mugu heinta startnr., T-shirt o.a. í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið tann 18. juli millum kl. 19-22. Eisini verður møguligt at heinta startnr. í miðbýnum leygardag fyrrapart.
Pastaparty
Fríggjakvøldið millum kl. 19-22 er pastaparty fyri marathonluttakarunum í kantinuni á Hálsi í sambandi við útflýggjan av startnummari.
Heiðran
Allir luttakarnir, sum koma á mál, fáa marathon heiðursmerki. Vinningar verða flogseðlar frá Atlantsflog til nr. 1, 2 og 3 hjá kvinnum og monnum í marathon. Lutakast verður millum allar luttakarar um flogseðlar frá Atlantsflog o.a. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í øllum bólkum. Nærri verður lýst um vinningarnar á heimasíðuni
Drykkjuvørur og 1. hjálp
Á rutuni ber til at fáa vatn og saft fyri hvørjar 5 km. Eisini verða 1. hjálparar til reiðar á rutuni. Í máløkinum verða eisini drykkjuvørur og annað gott at fáa.
Marathon-veitsla
Allir luttakarar í marathon og ½ marathon kunnu melda seg til sigursdøgurða, sum verður leygarkvøld kl. 21.00. Makar eru vælkomnir við. Nærri verður lýst um hetta seinni.
Bólkar
Marathon Menn
1. Bólkur
18-39
Føddir 1964-1985
2. Bólkur
40-49
Føddir 1954-1963
3. Bólkur
50+
Føddir 1953 ella fyrr
Marathon Kvinnur
1. Bólkur
18-39
Føddar 1964-1985
2. Bólkur
40+
Føddar 1963 ella fyrr
Hálvmarathon Menn
1. Bólkur
18-39
Føddir 1964-1987
2. Bólkur
40+
Føddir 1963 ella fyrr
Hálvmarathon Kvinnur
1. Bólkur
18-39
Føddar 1964-1987
2. Bólkur
40+
Føddar 1963 ella fyrr
5,8 km Menn
Ein Bólkur
13+
Føddir 1990 ella fyrr
5,8 km Kvinnur
Ein Bólkur
13+
Føddar 1990 ella fyrr
3 km Dreingir
Ein Bólkur
-12
Føddir í 1991 ella seinni
Mælt verður til, at foreldur renna við børnum, ið eru yngri enn 7 ár.
3 km Gentur
Ein Bólkur
-12
Føddar í 1991 ella seinni
Mælt verður til, at foreldur renna við børnum, ið eru yngri enn 7 ár.
Trýst her fyri at síggja kort av býar rutuni.
Trýst her fyri at síggja kort av marathon rutuni.

