Mikudagin tann 27. juli kl. 1800 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum.
Startur og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.
Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir
runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka.
Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1987 ella fyrr, og vaksin fødd í 1959 ella fyrr (veteranar).
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í báðum bólkunum.
Kappingin á Ólavsøku er samstundis síðsta umfar í árligu Grand Prix kappingini fyri vaksin og børn. Her á heimasíðuni er kunning um støðuna í Grand Prix kappingini, undan Ólavsøku.
Børnini byrja at renna kl. 18.30 tá dreingir og gentur – 7 ár (f. 1998 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreingir og gentur – 10 ár (f. 1995-1997) sama tein.
Tey størru børnini skulu renna 2 ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í
hesum bólkum: dreingir og gentur – 13 ár (f. 1992-1994) og dreingir og gentur – 17 ár (f. 1988-1991).
Nr. 1, 2 og 3 í teimum ymisku bólkunum hjá gentum og dreingjum fáa heiðursmerki.
Handan av steypum til nr. 1, 2 og nr. 3 í Grand Prix kappingini hjá bæði vaksnum og børnum, verður eftir at fremstu rennararnir í Ólavsøkurenningini eru heiðraðir.
Tilmelding kann bert gerast á her á heimasíðuni, og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá P/F Valdemar Lutzen kl. 17.00-18.00. Luttøkugjald kr. 50,00 fyri vaksin og kr. 30,00 fyri børn skal gjaldast í sambandi við avheintan av startnr. Tilmeldingarfreistin er úti týskvøldið tann 26. juli.
Skrá:
17.00 Heintan av startnummari á Skálatrøð (Valdemar Lutzen)
18.00 Vaksin (fødd í 1987 ella fyrr) renna 5 km
18.30 Børn – kappast í hesi raðfylgju:
Børn – 7 ár (f. 1998 ella seinni) renna 600m
Børn – 10 ár (f. 1995-1997) renna 600m
Børn – 13 ár (f. 1992-1994) renna 1200m
Børn – 17 ár (f. 1988-1

