Frælsur Ítróttur Føroya 11.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Oyggjaleikaluttøkan í frælsum ítrótti 2003

Arkivmynd 2003

Landsliðið í frælsum ítrótti er júst farið til Oyggjaleikir á Guernsey. Hópurin telur hesuferð 11 fólk, 9 íðkandi og tveir leiðarar.

Tey íðkandi eru: Ingibjørg Poulsen (diskus, hamar, kúlu), Randi Kúrberg (spjót, hamar), Borgarhjørt Holm (10.000m, hálvmarathon), Rigmor N. Arge (10.000 m, hálvmarathon), Heri Ziska (diskus, hamar), Heini Joensen (spjót, hæddarlop), Heini Hátún (100m, 200m, 400m), Evald við Garð (800m, 1500m) og Bogi Lenvig (1500m, 5000m, hálvmarathon).

Liðleiðarar eru Niels Jákup Jakobsen og Guttorm Sørensen.

Heiðursmerkjavónir

Føroyar fáa vanliga fleiri heiðurmerki í frælsum ítrótti á Oyggjaleikunum. Men sum í flest øllum ítróttargreinum er tað trupult at spáa um úrtøkuna av heiðursmerkjum. Av føroyingunum plagar Heri Ziska at vera eitt av álitunum. Hann hevur tó verði darvaður nakað av skaðum fram til hesar leikirnar. Vón er eisini um, at hálvmarathonliðið hjá kvinnum, Rigmor N. Arge og Borgarhjørt Holm kunnu standa seg væl. Hini hava sum øll møguleika fyri at vinna heiðursmerki, um tað gongur eftir vild. Meginreglan fyri úttøkuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya er, at tey, ið fara til Oyggjaleikir, skulu vera á einum støði, ið gevur atgongd til finaluna í teirra grein.

Fleiri skaðar

Nógv verður lagt fyri í venjingini fram til Oyggjaleikirnar. Tí er vandin fyri skaðum stórur.

Okkara fremstu hálvmarathon rennarar seinastu árini, Guttorm Sørensen og Hallur Holm, eru báðir ikki tøkir vegna skaða. Guttorm Sørensen varð skurðviðgjørdur í fjør og er í ferð við at venja seg upp aftur. Hallur Holm er bleiv skaddur undir harðari venjing í vár og hevur tí givið avboð til leikirnar hesuferð. Seinastu vikurnar hava fleiri av hinum einsini drigist við smáskaðar, men vónandi fara hesir ikki at ávirka avrikið á leikunum.

Nýggja andlit

Nýggj í hópinum hesuferð eru Borgarhjørt Holm, Evald við Garð, Bogi Lenvig og Heini Joensen. Hesir báðir seinnu eru mest kendir fyri teirra avrik innan ávikavist svimjing og hondbólt. Spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at hildnast teimum í frælsum ítrótti.

Úrslitatænasta v.m.

Fyriskipararnir av Oyggjaleikunum á Guernsey bjóða ymsar tænastur í samband við leikirnar:

– Skráin

– Úrslitatænastan

– Ítróttarfólkini
– Kjak

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar