Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

TF vetrarkappingin – Nýggj vetrarkapping í renning

Gentur og dreingir (f. 1989-93)

Lagt verður til brots á Toftum leygardagin 30. oktober. Vaksin, veteranar og unglingar renna tá teinin "Runt Agnið", ið er 10,5 km. Yngsti aldursbólkurin rennur 5 km.

Annars vera hini umførini í TF vetrarkappingini hesi:

20. nov. Klaksvík 7 km / 3 km

11. des. Tórshavn 12 km / 4 km

22. jan. Hvalvík 7,532 km / 5 km

19. feb. Í Vágunum 8 km / 4 km, kappingin er samstundis FM í cross-renning

19. mar. Runavík 10 km / 5 km

Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtur til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum í hvørjum umfari.

Stig verða latin luttakarunum sambært hesum stiga: 50-47-45-43-41-40-39-…1, har tann fyrsti fær 50 stig, næsti 47 o.s.v. Samlaðu kappingina vinnur tann luttakarin, ið hevur vunnið sær flest stig, tá seinasta umfar er liðugt. Tó eru tað bert fýra tey bestu umførini hjá hvørjum rennara, sum telja við.

Samstundis verður sett sum luttøkutreyt í samlaðu kappingini, at viðkomandi hevur luttikið í minst fýra umførum av teimum seks. Ein onnur treyt er, at allir luttakarir í samlaðu kappingini skulu vera limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt.

Í opna bólkinum verður skipað fyri liðkapping. Tríggir teir fremstu rennararnir hjá hvørjum felag í opna bólkinum telja við. Eins og í einstaklingakappingini eru tað fýra tey bestu umførini hjá hvørjum felagið, ið geva samlaða úrslitið.

Frælsur Ítróttur Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar vóna, at tiltakið TF vetrarkappingin fær góða undirtøku.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar