Frælsur Ítróttur Føroya 12.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Fyrsta umfar av TF vetrarkappingini

Arkivmynd 2004

Vaksin, veteranar og unglingar renna "Runt Agnið". Byrjað verður við Tofta Skúla, runnið verður síðan úteftir niðan á "Agnið". Málið er á Tofta kei.

Yngsti aldursbólkurin byrjar við Æðuvíksvegin og rennir inneftir og so út á Tofta Kei. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 12.00.

Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.

Annars vera hini umførini í TF vetrarkappingini hesi:

20. nov. Klaksvík 7 km / 3 km

11. des. Tórshavn 12 km / 4 km

22. jan. Hvalvík 7,532 km / 5 km

19. feb. Í Vágunum 8 km / 4 km, kappingin er samstundis FM í cross-renning

19. mar. Runavík 10 km / 5 km

Tilmelding fer fram á www.athletics.fo innan fríggjakvøldið 29. oktober kl. 21.00.

Startnummur verða avheintaðið við Tofta Skúla leygardagin kl. 11.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her .

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar