Frælsur Ítróttur Føroya 12.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Annað umfar av TF vetrarkappingini

Arkivmynd 2004

Leygardagin 20. november kl. 13.00 skipa Treysti og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 2. umfari av TF Vetrarkapingini í Klaksvík.

TF Vetrarkappingin er nýggj kapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar.

Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var fyri trimum vikum síðani á Toftum, meðan 3. umfar verður í Havn tann 11.desember. Trý tey seinastu umførini verða í januar, februar og mars næsta ár.

Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Klaksvík leygardagin renna tey hesar teinar:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1958) – 7,850 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -88) – 7,850 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1984-88) – 7,850 km
Gentur og dreingir (f. 1989-93) – 3,140 km

Startur og mál verður í Kirkjubrekkuni uttanfyri Tryggingarfelagið Føroyar, og byrja øll samstundis. Rutan gongur niðan eftir Uppsalagøtu, Fosságøtu, norður eftir Vágsheygagøtu og oman gjøgnum Kirkjubrekkuna. Tey vaksnu renna tíggju umfør, meðan gentur og dreingir renna fýra umfør. Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.

Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 19. november kl. 21.00.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar