Leygardagin 11. desember kl. 14.00 skipa Bragdið og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 3. umfari av TF Vetrarkappingini í Havn.
TF Vetrarkappingin er nýggj kapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar.
Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var á Toftum, annað umfar í Klaksvík og 3. umfar verður í Havn tann 11.desember. Trý tey seinastu umførini verða í januar, februar og mars næsta ár.
Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Havn leygardagin renna tey hesar teinar:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1958) – 12 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -88) – 12 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1984-88) – 12 km
Gentur og dreingir (f. 1989-93) – 4 km
Startur og mál verður uttanfyri Tryggingarfelagið Føroyar á Kongabrúnni, og byrja øll samstundis. Rutan gongur frá Tryggingarfelagnum, Yviri við Strond og heimaaftur runt Café Natúr. Tey vaksnu renna 3 umfør, meðan gentur og dreingir renna 1 umfar. Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.
Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 10. desember kl. 21.00.

