Leygardagin 22. januar kl. 11.00 skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 4. umfari av TF Vetrarkappingini í Hvalvík.
TF Vetrarkappingin er nýggj kapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar.
Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var á Toftum, annað umfar í Klaksvík og 3. umfar í Havn. Tvey tey seinastu umførini verða í februar og mars.
Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Hvalvík leygardagin renna tey hesar teinar:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1958) – 7,532 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -88) – 7,532 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1984-88) – 7,532 km
Gentur og dreingir (f. 1989-93) – 2,511 km
Startur og mál verða við Missiónshúsið í Hvalvík, og byrja øll samstundis. Rutan gongur frá Missiónshúsinum, suðureftir gjøgnum Hvalvík, eftir landsvegnum til Streymnes og síðani eftir bygdavegnum aftur til Hvalvíkar. Tey vaksnu renna 3 umfør, meðan gentur og dreingir renna 1 umfar. Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.
Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 21. januar kl. 21.00.

