Frælsur Ítróttur Føroya 11.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Fimta umfar av TF vetrarkappingini

Arkivmynd 2004

Leygardagin 5. februar kl. 11.00 skipa Frælsi og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 5. umfari av TF Vetrarkappingini í Sandavági.

TF Vetrarkappingin er nýggj kapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar.

Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var á Toftum, annað umfar í Klaksvík, 3. umfar í Havn og 4. umfar í Hvalvík. Seinasta umfar verður í Runavík í mars.

Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Sandavági leygardagin renna tey hesar teinar:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1958) – 5 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -88) – 5 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1984-88) – 5 km
Gentur og dreingir (f. 1989-93) – 3 km

Startur og mál verður við Tryggingarfelagið Føroyar í Sandavági, og byrja øll samstundis. Rutan gongur frá Tryggingarfelagnum runt kirkjuna og fótbóltsvøllin, yvir á landsvegin, framvið SÍF-húsinum og yvir aftur til Tryggingarfelagið. Tey vaksnu renna 5 umfør, meðan gentur og dreingir renna 3 umfør. Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.

Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 4. februar kl. 21.00.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar