Frælsur Ítróttur Føroya 12.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Renning á Varmakeldu í Fuglafirði 5. juli

Arkivmynd 2003

Melda til her!

Leygardagin 5. juli verður skipað fyri rennikapping á Varmakeldustevnuni í Fuglafirði.

Kappingar fyri vaksin og børn

Kappast verður í ymsum bólkum bæði hjá vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingum eru á havnalagnum við P/F Petur Larsen.

Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, ið bæði eru einstakar kappingar og partur av Grand Prix kappingini í renning, sum Frælsur Ítróttur Føroya skipar fyri.

Luttaka í samlaðu Grand Prix kappingini kunnu bert limir í einum av teimum trimum feløgunum fyri frælsan ítrótt. Til ber at tekna seg sum lim, tá meldað verður til á heimasíðuni www.athletics.fo. Grand Prix kappingar hava verið Flaggdagin, á Norðoyarstevnu og á Skálafjarðarstevnuni í Runavík. Umførini, ið eru eftir, vera á Vestanstevnu og Ólavsøku.

Byrjað verður kl. 10.30

Kappingin byrjar kl. 10.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður 5 ferðir runt eina leið, sum gongur frá P/F Petur Larsen, niðan á Bakkaveg, norður eftir Bakkavegi, oman aftur á havnalagið við Landingarhúsið, og síðan suður eftir havnalagnum til P/F Petur Larsen.

Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, fevnir kappingin um tveir aldursbólkar: vaksin (menn og kvinnur f. 1958-1985), og veteranar (menn og kvinnur f. -1957). Vinnararnir fáa steyp, og nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerki.

Børnini byrja kl. 11.00, tá dreingir -7 og gentur -7 (f.1996 ella seinni) renna 500 m. Síðani renna dreingir -10 og gentur -10 (f.1993-1995) sama tein. Runnið verður frá vegnum áraka P/F Petur Larsen og norður eftir keiini, har vent verður um eina keylu.

Tey størru børnini renna eftir somu leið, sum tey vaksnu. Tó verður bert runnin ein runda, sum er 1 km. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir -13 og gentur -13 (f. 1990-1992) og dreingir -17 og gentur -17 (f. 1986-1989).

Heiðursmerki og steyp

Nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum hjá gentum og dreingjum fáa heiðursmerki.

Tilmelding online

Tey, ið ætla sær at luttaka, skulu melda til á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya www.athletics.fo innan fríggjakvøldið 4. Juli kl. 18.00. Tað ber tó eisini til at melda til við P/F Petur Larsen, hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.

Luttøkugjald er kr. 30,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn. Hetta verður goldið, tá nummarið verður avheintað, beint undan kappingini.

Skrá fyri Varmakeldurenningina leygardagin 5. juli 2003

Kl.
Aldursbólkur

10.00
Tilmelding við P/F Petur Larsen og avheintan av startnumrum

10.30
Vaksin (f. 1958-1985) og veteranar (f. -1957) renna 5 km

11.00
Dreingir -7/Gentur -7 (f.1996 ella seinni) renna 500m

11.10
Dreingir -10/Gentur -10 (f.1993-1995) renna 500m

11.20
Dreingir -13/Gentur -13 (f.1990-1992) renna 1.000m

11.30
Dreingir -17/Gentur -17 (f.1986-1989) renna 1.000m

11.40
Heiðursmerkjahandan

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar