Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Árliga Várkappingin í Runavík 19. mars

Leygardagin 19. mars kl. 17.00 verður skipað fyri árligu Várkappingini í Runavík.

Hendan kappingin hevur verið fastur táttur av kappingarskránni fyri frælsan ítrótt seinastu árini. Tey, ið hava roynt seg, hava vanliga fingið eina góða tíð á einari slættari og skjótari 10 km rutu.

Í ár er kappingin eisini seinasta umfar av TF vetrarkappingini í renning, sum Frælsur Ítróttur Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar skipa fyri.

Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar