Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Árliga Várkappingin í Runavík 27. mars

Melda til!

Sløtt og skjót ruta

Leygardagin 27. mars kl. 14.00 verður skipað fyri triðju rennikappingini í ár, Várkappingini í Runavík.

Hendan kappingin hevur verið fastur táttur av kappingarskránni fyri frælsan ítrótt seinastu árini. Tey, ið hava roynt seg, hava vanliga fingið eina góða tíð á einari slættari og skjótari 10 km rutu.

Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Miklagarð. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.

Luttøkutreytir

Luttaka í kappingini kunnu kvinnur og menn, ið eru fødd í 1989 ella fyrr.

Kappast verður á 10 km hjá monnum og kvinnum. Eisini er ein bólkur fyri veteranar, t.v.s. tey, ið eru fødd í 1958 ella fyrr.

Tilmelding

Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið kl. 20.00. Startnummar verður avheinta við Runavíkar Sjómansheim kappingardagin millum kl. 13.00 og 13.45.

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er kr. 30,- fyri hvønn, ið verður goldið , tá startnummarið verður avheintað kappingardagin.

Heiðursmerki

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í bólkunum:

– kvinnur (f. 1959-1989),
– kvinnur veteranar (f. -1958),
– menn (f. 1959-1989)
– menn vetaranar (f. -1958)

Bestu tíðirnar í Runavík

Rutan

Kvinnur
Tíð
Ár

1
Sunnevá Bjarnastein
39,51 min
1999

1
Rigmor N. Arge
39,51 min
2003

3
Borgarhjørt Holm
42,03 min
2002

4
Tordis D. Eiriksfoss
43,29 min
2000

5
Karina Petersen
46,11 min
2001

6
Annbjørg Abrahamsen
49,33 min
1999

7
Brindis R. Weihe
51,29 min
2001

8
Maria í Skorini Jacobsen
55,32 min
2001

Menn
Tíð
Ár

1
Bogi Lenvig
32,30 min
2002

2
Guttorm Sørensen

32,56 min

2001

3
Hallur Holm
33,48 min
2003

4
Sølvi Reinert Hansen
34,21 min
1999

5
Albert Marni Joensen
34,57 min
2000

6
Sigurð Justinussen
35,12 min
2003

7
Hjalti Gunnarstein
35,20 min
1998

8
Cecil Weihe
35,22 min
2003

9
Símun Joensen
35,34 min
2003

10
Bogi Olsen
35,50 min
1998

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar