Melda til her!
Vinnararnir fáa steyp, og nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerki.
Børnini byrja kl. 12.30, tá dreingir -7 og gentur -7 (f.1996 ella seinni) renna 500 m. Síðani renna dreingir -10 og gentur -10 (f.1993-1995) sama tein.
Tveir teir eldru bólkarnir hjá børnum, dreingir -13 og gentur -13 (f. 1990-1992) og dreingir -17 og gentur -17 (f. 1986-1989), renna 1 km.
Nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum hjá gentum og dreingjum fáa heiðursmerki.
Tilmelding online
Tey, ið ætla sær at luttaka, skulu melda til á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya www.athletics.fo innan fríggjakvøldið 11. juli kl. 18.00. Tað ber tó eisini til at melda til á p-plássinum við kirkjuna, hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.
Luttøkugjald er kr. 30,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn. Hetta verður goldið, tá nummarið verður avheintað, beint undan kappingini.
Leygardagin 12. juli verður skipað fyri rennikapping á Vestanstevnu í Sandavági.
Kappingar fyri vaksin og børn
Kappast verður í ymsum bólkum bæði hjá vaksnum og børnum.
Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, ið bæði eru einstakar kappingar og partur av Grand Prix kappingini í renning, sum Frælsur Ítróttur Føroya skipar fyri.
Øll kappingin fer fram nærhendis kirkjuni í Sandavági. Tveir teir yngru aldursbólkarnir hjá børnum renna eina rundu á eystara áarbakka, meðan tveir teir størru renna tvær. Tey vaksnu renna góðar 5 rundir í bygdini.
Byrjað verður kl. 12.00
Kappingin byrjar kl. 12.00, tá vaksin renna 5 km.
Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, fevnir kappingin um tveir aldursbólkar: vaksin (menn og kvinnur f. 1958-1985), og veteranar (menn og kvinnur f. -1957).
Skrá fyri Vestanstevnurenningina leygardagin 12. juli 2003
Kl.
Aldursbólkur
11.30
Tilmelding á p-plássinum við kirkjuna í Sandavági
12.00
Vaksin (f. 1958-1985) og veteranar (f. -1957) renna 5 km
12.30
Dreingir -7/Gentur -7 (f.1996 ella seinni) renna 500m
12.40
Dreingir -10/Gentur -10 (f.1993-1995) renna 500m
12.50
Dreingir -13/Gentur -13 (f.1990-1992) renna 1.000m
13.00
Dreingir -17/Gentur -17 (f.1986-1989) renna 1.000m
13.10
Heiðursmerkjahandan á p-plássinum við kirkjuna

