Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Komandi tiltøk

MBM VK2 verður á Sandi leygardagin 7. november kl. 10

Leygardagin 7. november verður annað umfar av MBM Vetrarkappingini 2026–27 runnið á Sandi. Tindar og Bragdið skipa fyri, og eins og í fjør bjóða vit eisini børnum og motiónistum at vera við.

Startur og mál eru við høllina á Sandi, og kappingin byrjar kl. 10.00.

Rutan í vetrarkappingini er knappar 9 km. Fyrst verður runnið eitt petti niðan í Traðardal at venda, síðan fram við Sandsvatni og út á Eystanvegin, har vit renna til vinstru yvir til Visit Sandur. Har verður vent, og runnið verður sama veg aftur móti málinum – tó ikki niðan í Traðardal aftur. Teinurin er lutfalsliga flatur við bert umleið 73 hæddarmetrum samanlagt.

Børnini renna eina rutu á umleið 500 metrar, og motiónistarnir renna ella ganga umleið 5 km.

Vit hava atgongd til umklæðing og brúsu, og aftaná bjóða vit til ein drekkamunn, meðan heiðursmerkini verða handað.

Rógvi og Bjørk á odda
Í fyrsta umfari í Havnardali vunnu Rógvi Kárason og Bjørk Herup Olsen, og tey bæði eru tí á odda í Vetrarkappingini, nú kappingin fer til Sandoyar. Í fjør byrjaði vetrarkappingin á Sandi á somu rutu, og tá vunnu Torbjørn Hentze við 32:04 og Maria Chun Nielsdóttir við 39:10.

Tilmelding
Øll kunnu renna við, og tað er ikki neyðugt at vera limur í nøkrum rennifelagi. Tilmeldingin kostar 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn og verður goldin við tilmelding. Tilmeldingin letur aftur fríggjadagin 6. november kl. 22.00. Til ber eisini at melda seg til á staðnum leygardagin kl. 9.00–9.30, men tá kostar tilmeldingin 150 kr., og gjaldast skal kontant.

Fyri at telja við í stigakappingini skulu rennarar vera skrásettir limir í einum FÍF-felagi áðrenn kappingardagin ella hava fingið undantaksloyvi frá FÍF.

Vit síggjast á Sandi!

Tilmeldingin er her: https://luttaka.com/event/vk2-sandur-2026

Reglurnar fyri vetrarkappingina eru at finna her: https://www.athletics.fo/?page_id=4974

Rutan – kort og hæddarsnið

Rennarar á leiðini í Vetrarkappingini MBM2026–27 Vetrarkappingin Ein kapping lokin Støðan og úrslit → Upptøka · VK1 Kerjar
MennKvinnur
Opin Rógvi Kárason50 Bjørk Herup Olsen50
Unglingar Ísak Kolden50 Elia Mouritsen50
Veteranar Bogi Hjalt50 Maria Chun Nielsdóttir50
Superveteranar Andrass Joensen50 Ann Thomsen50
Ultraveteranar Josvein Herup Olsen50 –
Næsta kapping VK2 · Sandur 7. november 2026 · 10 dagar eftir Skráset 9 tilmeldað

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar