Her stendur, hvørjar persónupplýsingar Frælsur Ítróttur Føroya (FÍF) savnar á athletics.fo, hví vit gera tað, og hvussu vit verja tær.
1. Dátuábyrgdari
Frælsur Ítróttur Føroya - FÍFEystara Bryggja 30100 TórshavnFøroyarV-tal 525626Telefon +298 221226athletics@athletics.fo2. Hvat vit savna
- Tá ið tú gerst limur ella keypir: navn, føðingarár, kyn, teldupostur, telefonnummar, adressa, felag, limaslag og keyp.
- Tá ið tú meldar teg til eina kapping: tað sama umframt teinin, ið tú velur, og chippnummar, um tú hevur tín egna chipp.
- Úrslit: navn, felag, bólkur og tíð úr kappingum.
- Gjald: upphædd, dagur og gjaldsnummar. Kortupplýsingar savna vit ikki: tær verða skrivaðar beinleiðis hjá QuickPay.
3. Hví vit savna tær
- At skipa limaskap, venjingarpakkar og kappingar og at senda tær kvittanir og boð um títt keyp (sáttmáli).
- At halda bókhald og at útgjalda limafeløgunum (lógarkrav).
- At lata Ítróttasamband Føroya (ÍSF) fáa limatøl og limalistar, sum ÍSF krevur av sersambondunum (ÍSF-reglur).
- At almannakunngera úrslit og met, sum er ein partur av frælsum ítrótti (lógligur áhugi). Úrslit verða goymd sum søga.
4. Hvør fær upplýsingarnar
- Limafelagið, sum tú ert limur í, ella sum skipar fyri einari kapping.
- Ítróttasamband Føroya (ÍSF).
- QuickPay ApS og Clearhaus A/S, sum viðgera gjaldið.
- Hýsingarveitarin hjá athletics.fo, AzeHosting ApS í Danmark, sum goymir dátur fyri okkum eftir skrivligari avtalu. Dáturnar verða ikki fluttar út úr ES/EBS.
Vit selja ongantíð upplýsingar og lata tær ikki víðari til marknaðarføring.
5. Hvussu leingi
- Bókhaldsupplýsingar um gjøld: 5 ár eftir, at roknskaparárið er liðugt, sum bókhaldslógin krevur.
- Konta og limaupplýsingar: so leingi tú hevur kontu. Biður tú okkum strika hana, gera vit tað, tá ið bókhaldsskyldan ikki longur krevur upplýsingarnar.
- Úrslit: goymd sum ítróttarsøga.
6. Trygd
Alt samskifti við athletics.fo er krypterað (SSL/HTTPS). Starvsfólk, ið síggja persónupplýsingar, rita inn við váttan í tveimum stigum, og hvør útflyting av limalistum verður skrásett. Kortgjøld fara fram í gjaldsglugganum hjá QuickPay, sum heldur PCI DSS-krøvini.
7. Farspor
Vit brúka bert farspor, sum eru neyðug, fyri at síðan skal virka, t.d. at tú verður verandi innritað/ur. Vit brúka ikki farspor til lýsingar.
Til hagtøl um vitjanir á síðuni brúka vit Jetpack frá Automattic. Tað sær m.a. IP-adressu, kaga og hvørja síðu tú vitjar, men tað verður ikki brúkt til lýsingar.
8. Tíni rættindi
Tú hevur rætt at fáa innlit í upplýsingarnar, vit hava um teg, at fáa tær rættaðar ella strikaðar, at mótmæla viðgerð og at fáa tær útflýggjaðar. Skriva til teldupostin omanfyri.
Ert tú ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar upplýsingar, kanst tú klaga til Dátueftirlitið, dat.fo.


