Frælsur Ítróttur Føroya 09.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding

Privatlívspolitikkur

Her stendur, hvørjar persónupplýsingar Frælsur Ítróttur Føroya (FÍF) savnar á athletics.fo, hví vit gera tað, og hvussu vit verja tær.

1. Dátuábyrgdari

Frælsur Ítróttur Føroya - FÍFEystara Bryggja 30100 TórshavnFøroyarV-tal 525626Telefon +298 221226athletics@athletics.fo

2. Hvat vit savna

  • Tá ið tú gerst limur ella keypir: navn, føðingarár, kyn, teldupostur, telefonnummar, adressa, felag, limaslag og keyp.
  • Tá ið tú meldar teg til eina kapping: tað sama umframt teinin, ið tú velur, og chippnummar, um tú hevur tín egna chipp.
  • Úrslit: navn, felag, bólkur og tíð úr kappingum.
  • Gjald: upphædd, dagur og gjaldsnummar. Kortupplýsingar savna vit ikki: tær verða skrivaðar beinleiðis hjá QuickPay.

3. Hví vit savna tær

  • At skipa limaskap, venjingarpakkar og kappingar og at senda tær kvittanir og boð um títt keyp (sáttmáli).
  • At halda bókhald og at útgjalda limafeløgunum (lógarkrav).
  • At lata Ítróttasamband Føroya (ÍSF) fáa limatøl og limalistar, sum ÍSF krevur av sersambondunum (ÍSF-reglur).
  • At almannakunngera úrslit og met, sum er ein partur av frælsum ítrótti (lógligur áhugi). Úrslit verða goymd sum søga.

4. Hvør fær upplýsingarnar

  • Limafelagið, sum tú ert limur í, ella sum skipar fyri einari kapping.
  • Ítróttasamband Føroya (ÍSF).
  • QuickPay ApS og Clearhaus A/S, sum viðgera gjaldið.
  • Hýsingarveitarin hjá athletics.fo, AzeHosting ApS í Danmark, sum goymir dátur fyri okkum eftir skrivligari avtalu. Dáturnar verða ikki fluttar út úr ES/EBS.

Vit selja ongantíð upplýsingar og lata tær ikki víðari til marknaðarføring.

5. Hvussu leingi

  • Bókhaldsupplýsingar um gjøld: 5 ár eftir, at roknskaparárið er liðugt, sum bókhaldslógin krevur.
  • Konta og limaupplýsingar: so leingi tú hevur kontu. Biður tú okkum strika hana, gera vit tað, tá ið bókhaldsskyldan ikki longur krevur upplýsingarnar.
  • Úrslit: goymd sum ítróttarsøga.

6. Trygd

Alt samskifti við athletics.fo er krypterað (SSL/HTTPS). Starvsfólk, ið síggja persónupplýsingar, rita inn við váttan í tveimum stigum, og hvør útflyting av limalistum verður skrásett. Kortgjøld fara fram í gjaldsglugganum hjá QuickPay, sum heldur PCI DSS-krøvini.

7. Farspor

Vit brúka bert farspor, sum eru neyðug, fyri at síðan skal virka, t.d. at tú verður verandi innritað/ur. Vit brúka ikki farspor til lýsingar.

Til hagtøl um vitjanir á síðuni brúka vit Jetpack frá Automattic. Tað sær m.a. IP-adressu, kaga og hvørja síðu tú vitjar, men tað verður ikki brúkt til lýsingar.

8. Tíni rættindi

Tú hevur rætt at fáa innlit í upplýsingarnar, vit hava um teg, at fáa tær rættaðar ella strikaðar, at mótmæla viðgerð og at fáa tær útflýggjaðar. Skriva til teldupostin omanfyri.

Ert tú ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar upplýsingar, kanst tú klaga til Dátueftirlitið, dat.fo.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar