Frælsur Ítróttur Føroya 30.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Afterparty og heiðursmerki

Leygardagin 22. juni kl. 16.00 skipar FÍF fyri AFTERPARTY í samband við, at Grand Prix á breyt 2013 er liðugt. Tiltakið verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Hugskotið er at savna øll tey í hava luttikið sum íðkarar, venjarar, dómarar, hjálparfólk og fjepparar til eitt hugnaligt tiltak við heiðursmerkjahandan og felags borðhald.

Um ein eisini ynskir at verða við til borðhaldið, so er neyðugt við tilmelding, so FÍF veit hvussu nógv vera við til tað. Kostnaðurin fyri borðhaldið er 50 kr.  fyri bæði børn og vaksin. Rokning verður send felagnum eftir tiltakið. Vónandi verða vit mong, sum fáa eina hugnaliga løtu saman.

Freistin at melda til borðhaldið er mikukvøldið 19. juni kl. 22.00.
 

Vinarlag tvørtur um feløgini hevur altíð verið eitt eyðkenni fyri frælsa ítróttin. Her staðfest av Anitu, Rebekku, Ednu Mariu, Sáru, Hildur og Maritu til GP1 í fjør.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar