Frælsur Ítróttur Føroya 03.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Tórshavn Marathon og FM í Maraton sunnudagin

Sunnudagin skipar Bragdið fyri Tórshavn Marathon 11. árið á rað. Tey, ið ikki hava hug og orku at renna eitt heilt marathon, kunnu eisini royna ½ marathon, sum eins og vanligt eisini er á skránni í ár. “Rør teg…Tórshavn” er eisini partur av tiltakinum sunnudagin, og í tí sambandinum er møguligt at renna 2,2 km ella 5,5 km. Skráin fyri “Rør teg…Tórshavn liggur á forsíðuni. On-line tilmelding til Tórshavn marathon er nú stongd, men til ber at keypa startnummar á Torginum í SMS, fríggjadagin millum kl. 10 og 18 og leygardagin millum kl. 10 og 18. Tilmelding til “Rør teg…Tórshavn” fer fram á Torginum somu tíðir og harafturat sunnudagin millum kl. 10 og 12. Somuleiðs ber til at melda til á netinum við at trýsta her.

Aftur í ár verða nógv við í maratonkappingini. Bróðurparturin er tó útlendingar, sum eru komnir til Føroya á rennivitjan. Føroyingarnir fara í sínum lagi at berjast um FM-heitið í maraton. Bæði í opnum bólki hjá monnum og kvinnum, í veteranbólkinum hjá monnum og kvinnum og í superveteranum hjá monnum. Treytin fyri at luttaka í FM-kappingini, er at luttakari er limur í føroyskum frælsum ítróttarfelagi. Luttakarar kunnu í sambandi við Tórshavn Marathon tekna seg sum lim í onkrum av feløgunum, og sostatt kappast um FM. Tað er sjálvsagt ein ávís prestiga at gerast landsins meistari í maratonrenning, og aftur í ár eru fleiri góðir rennarar klárir at taka dysitn upp við longsta olympiska renniteinin. Enn er møguligt at tekna luttøku, men fyribils sær út til at FM-kappingin hjá monnum kann gerast ein spennandi kapping millum tríggjar Bragdarennarar. Tað er verjandi FM-vinnarin Eirikur Hansen, Niels Poulsen og Cecil Weihe, sum vann FM og Tórshavn Marathon fýra tey fyrstu árini kappingin var hildin – árini 2003 – 2006.

Tíverri sær einki serligt út við føroyskari luttøku hjá kvinnunum. Einans tríggjar føroyskar kvinnur eru komnar á listan fyribils, men vónandi legst onkur afturat innan sunnudagin.

 

 

 

 


Cecil Weihe eftir sítt fjórða og fyribils seinasta FM í maraton – 2006. Verður tað aftur í 2013?

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar