Frælsur Ítróttur Føroya 03.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Randi Kúrberg nýggj forkvinna í Hvirluni

Eftir aðalfundin hjá Hvirluni sunnudagin, er Randi Kúrberg vorðin nýggj forkvinna í felagnum. Randi var sjálv ein av høvuðsstigtakarunum til stovnanina av felagnum. Stór útskifting varð í starvsnevndini, sum nú er mannað við javnari blanding av bæði yngri og eldri íðkarum, venjarum og foreldrum. Nevndin er nú soleiðis mannað:

  • Randi Kúrberg, forkvinna
  • Anna Simonsen, næstforkvinna
  • Birna Abrahamsen, skrivari
  • Hervør Jacobsen, kassameistari
  • Teitur Seloy, ognarrøkil
  • Helgi Geyti, tiltakslimur
  • Trygvi Laksafoss, tiltakslimur

FÍF ynskir nýggju nevndini blíðan byrð.

Aðalfundur og nýggj nevnd í Hvirluni
F.v. Helgi Geyti, Trygvi Laksafoss, Teitur Seloy, Hervør Jacobsen, Anna Simonsen, Randi Kúrberg og Birna Abrahamsen.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar