Frælsur Ítróttur Føroya 02.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Skráin til venjaraskeiðið um vikuskiftið

Tað er stak góð undirtøka  fyri venjaraskeiðinum, sum verður í ÍSF-húsinum um vikuskiftið. Skeiðið er við at verða fullteknað nú, og øll okkara seks feløg eru umboðað millum teir 25 skeiðsluttakararnar. Leygardagin fer ein partur fram í fimleikarhøllini á Læraraskúlanum, so tá skulu tit hava innanduraklæðir við. Ongar skógvar við svørtum botni! Og sjálvandi skulu tit eisini hava klæðir til renning uttandura. Matinum syrgir FÍF fyri.  Skráin fyri dagarnar sær soleiðis út:

Hittast leygarmorgunin kl. 9.55 í ÍSF-húsinum.

Leygardagur 16. november:

10.00 – 10.30: Vælkomin, gjøgnumgongd av skránni og presentatión – ÍSF-húsið!

10.45 – 11.20: Renniteknikkur, verkligt. Hvussu fært tú so góðan teknikk sum gjørligt?

11.25 – 12.30: Renning og styrkivenjing (lop alternativ styrki og core)

12.30 – 13.00: Bað og skifting – Føroya Læraraskúli

13.00 – 13.45: Matarstøðgur

13.45 – 15.00: Skaðar og skaðafyribyrging

15.00 – 16.00: Venjaraleikluturin

Sunnudagur 17. november

10.00 – 11.45: Intensiv venjing. Undir venjingini verður greitt frá venjingarprinsippum.

11.50 – 12.30: Rennitypur og motivatión (hvussu kann rennifelagið gerast enn betri?)

12.30 – 13.35: Matarstøðgur

13.40 – 14.45: Aerob venjing, verkligt.

14.45 – 15.15: Bað og skifting – Svimjihøllin

15.15 – 15.50: At leggja venjingarætlan. Hvussu arbeiða vit, og nær gera vit hvat?


Skal heilsa frá David Møller, at hann gleðir seg at hitta tykkum

Tíðirnar eru vegleiðandi, og kunnu verða broyttar.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar