Frælsur Ítróttur Føroya 03.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Nýggjárshálvmaraton verður leygardagin

Leygardagin 4. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmarathon kapping í Eysturoy.
Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini, og er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Í fjør var kappiningin hjá monnunum sera spennandi og stóð hon ímillum Borgar Biskupstø og Sam Vang, sum í einum øgiligum endaspurti komu mest sum javnir um málstrikuna eftir at hava fylgst allan teinin úr Funningsfirði. Borgar hevði tó munin og vann kappingina. Á triðja plássi kom Niels Poulsen. Hjá kvinnunum vann Tórvør Ø. Vang og í hølunum á henni komu Beinta Joensen Hoydal og Ann Thomsen.
Veðrið avgerandi:
Um tað viðrar, verður kappingin fyriskipað leygardagin 4. januar. Er veðrið ikki til vildar leygardagin, verður kappingin flutt. Endalig støða verður tikin fríggjakvøldið og kunngjørd á athletics.fo.
Rutan:
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei. Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið. Málið er á Toftum beint við vegin oman á Tofta kai. Hettar er á sama stað, sum málið var til kappingina “Runt Agnið”. Hettar ber so í sær at starturin er eitt sindur norðari enn hann hevur verið frammanundan, soleiðis, at vit nú starta eitt sindur norðanfyri grótbrotið.
Bert fyri vaksin:
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1998 ella fyrr. Bólkarnir eru hesir:
  -Kvinnur/Menn (f. -1999)   -Kvinnur/Menn Veteranar (f. 1959-68)   -Kvinnur/Menn Superveteranar (f. -1958)
Byrjað verður kl. 11  
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.
Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan midnátt fríggjakvøldið 3. januar. Til ber eisini at melda til við startin og í seinasta lagi kl. 10.45 kappingardagin.  Luttøkugjaldið, sum er kr. 50 verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.
Eftir renningina, uml. kl. 13.30 tá øll eru komin á mál, verður heiðursmerkjahandan og hugnaløta við heitum vaflum o.a. gott í Tofta Skúla. Har verður eisini møguleiki fyri brúsu og umklæðing.

So javnir komu Borgar Biskopstø og Sam Vang um málið í fjør. Tað var tó Borgar, ið hevði munin

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar