Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Elitukrøvini nú eisini tøk

Mánadagin vórðu oyggjaleikakrøvini til komandi oyggjaleikir á Jersey 2015 kunngjørd her á síðuni. Men landslið okkara ferðast ikki bara til oyggjaleikir. Í ár er ætlanin at bæði Elitu-landsliðið og Talentliðið eins og í fjør fara til VU-Spelen í Gøtuborg. Krøvini til til Elituliðið í mun til Oyl-liðið eru í flestum førum nakað linari, tó í nøkrum førum tey somu.

Enn mangla vit at kunngera nýggju talentkrøvini, men tey eru ikki bara á trappuni…… tey eru á gáttuni. Niðanfyri eru krøvini til oyggjaleikir og til elitubólk prenta í somu tabel.

Menn Kvinnur
FÍF-Oyl Elita Grein FÍF-Oyl Elita
11.40 11.60 100m 13.50 13.90
23.30 23.70 200m 27.30 28.00
52.00 53.20 400m 61.00 63.50
2.00 2.02 800m 2.20 2.25
4.08 4.13 1500m 4.55 5.05,00
10.10 10.17 3000 m. Forðar. 12.30 13.00
16.00 16.00 5000m 18.45 19.15
33.20 33.20 10000m 39.00 40.00
1.15.00 1.15.00 Hálvt maraton 1.27.00 1.30.00
16.50 17.00 110/100 m.   Rimarenning 17.50 17.50
60.00 60.00 400 m rimarenning 70.00 72.00
6.30 6.00 Longdarlop 4.80 4.65
13.30 12.80 Trístøkk 10.00 10.00
1.85 1.80 Hæddarlop 1.55 1.50
4.00 4.00 Stangarlop 3.00 3.00
13.00 12.90 Kúluvarp 10.50 10.50
55.00 52.50 Spjótkast 35.00 35.00
42.00 40.50 Klingrukast 35.00 35.00
45.00 45.00 Sleggjukast 39.00 39.00
2.39.00 Maraton 3.19.00

Umframt at lúka hesi krøv um úrslit, koma eisini onnur krøv at gera seg galdandi. Hetta kemur at standa undir bjálkanum “krøv” á forsíðuni í næstum.


Elituliðið saman við Talentliðinum, venjarum og leiðarum í Gøtuborg 2013

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar