Frælsur Ítróttur Føroya 03.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Bragdið nýggjar høvuðsstuðlar

Bragdið hevur fingð í lag avtalu, sum ber í sær,  at Eik og Tryggingarfelagið Føroyar gerast høvuðsstuðlar hjá Bragdinum tvey tey næstu árini. Hetta er fyrstu ferð, at Eik og Tryggingarfelagið Føroyar í felag gera høvuðsstuðulsavtalur. Samstundis eru nýggju búnarnir komnir í sølubúðirnar, so nýggju stuðlarnir fara beinavegin at síggjast aftur í gerandismyndini.

Bragdið hevur einar 450 limir. Dreingir og gentur úr 4-5 ára aldri og menn og kvinnur so væl upp í árini. Tað er serliga fjølbroytti limaskarin, sum gevur stuðlunum møguleika at røkka so ymiskum borgarum sum gjørligt. Og vit eru eisini fegin um at kunna stuðla bæði breidd og elitu, siga Ólavur Jensen frá Eik og Maria á Dul frá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Sera nógv virksemi er í Bragdinum og nógv børn og ung hava sína dagligu gongd til venjingar har. Stuðulin er eitt avgerandi íkast til framhaldandi menning hjá Bragdinum, so vit eru sera fegin fyri avtaluna, sigur Fríðirkur Bláhamar, formaður í Bragdinum.


Ólavur Jensen, Eik, Fríðrikur Bláhamar, Bragdið og Maria á Dul, Tryggingarfelagið Føroyar skriva undir nýggju stuðulsavtaluna

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar