Frælsur Ítróttur Føroya 04.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Ann Thomsen forkvinna í Bragdinum

Í kvøld hevur Bragdið havt aðalfund. Fundarhølið í ÍSF-húsinum var karmur um fundin, sum í kvøld skuldi velja nýggjan formann, eftir at formaður felagsins seinastu seks árini, Fríðrikur Bláhamar, nú leggur frá sær. Men tað bleiv eingin nýggur formaður valdur. Ístaðin hevur Bragdið nú fingið sína fyrstu forkvinnu, eftir at hava havt seks formenn í nýggjaru tíð felagsins. Ann Thomsen hevur verið nevndarlimur í eitt ár, men bleiv í kvøld við dyggum lógvabrestum vald forkvinna


Farandi formaðurin ynskir nýggju forkvinnuni blíðan byr við komandi avbjóðingum

Nýggjur tiltakslimur skuldi eisini veljast í kvøld. Tað gjørdist ein úr yngra ættarliðinum. Og Rúni Seloy sleppur at royna seg beinanvegin, tí sessurin hjá Ann Thomsen var nú tómur, og Rúni er tí í nevndini sum tiltakslimur næsta árið.

Eini 30 limir vóru møttir til fundin, sum ikki hevði onnur stórmál á skránni enn formansskiftið. FÍF takkar Fríðriki fyri gott samstarv øll árini. At enda í formansfrágreiðingini takkaði Fríðrikur fyri seg, og fegnaðist um ymiskt, sum hann hevur lagt afturat, t.d. fyrilestrarnar í sambandi við Tórshavn Marathon og vælumtóktu felagstúrarnar sunnumorgnar, sum byrjaðu við Kirkjurenningum.


Nývalda nevndin: F.v.: Anna Maria Seloy, Rúni Seloy, Ann Thomsen, Herluf Jacobsen og Sunniva Bjarnastein


Frælsur Ítróttur Føroya takkar eisini Fríðriki so miriliga fyri seks ár við góðum samstarvi millum felag og sersamband

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar