Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Roysnið havt aðalfund: Nevndin nærum óbroytt

Týskvøldið hevði Roysnið aðalfund. Hetta var annar aðalfundur í “nýggju tíðarrokningini” hjá felagnum, sum hetta fyrsta árið má sigast at hava ment seg nógv. Formaðurin Marnar Pattinson og nevndarlimurin Egil G. Olsen stóðu fyri vali. Formaðurin tók við afturvali meðan Egil ynskti at lata aðrar koma fram at. Nýggjur nevndarlimur fyri Egil gjørdist Eirikur Joensen, sum frammanundan var varalimur. Og nýggjur varalimur gjørdist Rani Friang Rasmussen. Nýggja nevndin er nú soleiðis mannað:

  • Marnar Pattinson, formaður
  • Arnfinn Johannesen, næstformaður
  • Hallbjørg Danielsen, skrivari
  • Búi Uni Jensen, nevndarlimur
  • Eirikur Joensen, nevndarlimur
  • Rani Friang Rasmussen, varalimur
  • Johan M. Jacobsen, varalimur

Hetta seinasta árið er nógv hent í felagnum. Venjingin er blivin skipað bæði innan- og uttandura við venjing fyri bæði vaksin og børn. Roysnið hevði eisini fleiri umboð á venjaraskeiðinum, sum FÍF nýliga hevur fyriskipað. Kappingarnar hjá Roysnið hava verið fyrimyndarliga væl fyriskipaðar. Eisini var Roysnið sjónligt í sambandi við mentunnardagarnar í Runavíkar Kommuna skipaði fyri. Her hevði Roysnið tjald við rennibandi og kaffi/køkuskølu og eisini skipaði Roysnið fyri fyrilestri við ítróttargranskaranum Magna Mohr um venjing, við denti á rennivenjing.

Mynd
Roysnið í tjaldinum í mentunarvikuni. F.v. Herta, Arnfinn, Sverri, Tóta, Dardus, Terje, Rani og Egil

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar