Frælsur Ítróttur Føroya 04.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

TF VK-7 í Vági leygardagin

Leygardagin 8. mars kl. 11.00 verður 7. og næstseinasta umfar av vetrarkappingini hildið í Suðuroy. Kappingin fer fram í Vági í ár. Umframt sjálva kappingina, verður motiónsrenning fyri tey, ið bert ynskja at røra seg.

Møtt verður við Vatnið við ítróttarhøllina í Vági. Íðkandi kunnu nýta skiftingarrúmini í VB-húsinum í samband við renningina.

PICT0976 (1)
Mynd frá Jóansøku 2006. Bjørk, Rúni og Rebekka leggja hart út

Børnini renna fyrst og er teinurin 3,6 km. Runnið verður runt vatnið 3 ferðir.

Rutan hjá børnum sæst her: http://www.endomondo.com/routes/301247965

Tey vaksnu renna 8,25 km. Byrjað og endað verður við vatnið. Runnið verður til trýkantin, síðan verður snarað til høgru og runnið verður út eftir Líðarvegi, út á Núp og aftur.

Rutan hjá vaksnum sæst her: http://www.endomondo.com/routes/301249174

Eftir lokna renning bjóðar Hvistan suppu, kaffi og køku. Heiðursmerkir verða handaði nr. 1,2 og 3 í ymsu kappingarbólkunum.

Tilmeldingin fer fram her á heimasíðuni. Kostnaðurin fyri luttøku er 50,- kr fyri vaksin og 20,- fyri børn. Avheintan av startnummar og luttøkugjald verður gjørt á staðnum í seinasta lagið 15 min. undan kapping. 

Møguligt verður eisini at melda til á staðnum ½ tíma undan kapping. Kostnaðurin er tá 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.

 

Vágs Kommuna stuðlar øllum luttakandi í rennikappingini við einum ókeypis svimjitíma í Vágs Svimjihøll frá kl. 14.00 og úteftir.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar