Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Endaligu støðurnar í TF Vetrarkappingini

Í góðveðrinum leygarmorgunin varð finalan í TF Vetrarkappingini avgreidd í Runavík. Kappingarnar í vetur hava verið merktar av veðrinum, sum til flestu umførini hevur verið nakað vánaligt, men tað hava rennarnir lagt líka í, og hevur samlaða luttøkan í vetur verið metstór. Tað er rennandi í næstan øllum veðrið, og skal rættiliga nógv til fyri, at forða teimum í at renna.

Samlaða kappingin hevur sjálvdan verið eins spennandi, sum í vetur har nokkso stórar broytingar hava verið í fleiri av bólkunum. Tó hava einstakir rennarar verið í oddinum allan vegin. Kortini var spenningur í fleiri bólkum heilt til upptalt bleiv.

 
Genturnar: Oddvør, Maria og Elin Kristina          Dreingirnir: Rúni, Gunnar og Steintór

 
Kvinnuunglingar: Rebekka                                         Mansunglingar: Einar, Marnar og Teitur

 
Kvinnur: Rigmor, Rebekka og Tórvør                  Menn: Sam og Marnar. Eirikur manglar

 
Veteranar: Hallur, Henry og Gutti                           Superveteranar: Jóannes, Jens og Gunnar

  
Lið: Bragdið 1 (Ann, Anna S, Tórvør), Hvirlan (Rigmor, Birna og Birna) og Bragdið 2 (Anna M, Maria og Tina)

  
Lið: Treysti (Einar, Marnar og Jan E), Bragdið (Teitur, Hallur og Sam) og Roysnið (Arnfinn, Jóhan M og Regin)


Hesi gjøgnunførdu øll 8 umførini og fingu t-shirt frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Fv.: Rebekka, Maria, Einar, Jan Elmar, Gutti, Herluf, Anna Sofía, Jan og Arnfinn (Hjalmar manglar)


Hallur Holm frá FÍF handar Regini Thomsen, gávukort frá FÍF, fyri arbeiði hann hevur gjørt í smb. við samanteljing og støður

FÍF takkar øllum feløgunum, rennarum, hjálparfólkunum, sponsorum og øðrum fyri TF Vetrarkappingina 2013/2014.

Niðanfyri eru myndir av samlaðu støðunum í teimum ymsu bólkunum:

VetrarkappingBoern_Ung

VetrarkappingKvinnur

vetrarkappingMenn

vetrarkappingVeteranar

VetrarkappingManslid

VetrarkappingKvinnuLid

Samlaða heiðursmerkjabýtið fyri allar kappingarnar bleiv hetta:

Felag GULL SILVUR BRONSA  íalt
Treysti 42 25 17 193
Bragdið 18 24 32 134
Roysnið 2 12 5 35
Frælsi 7 0 1 22
Hvirlan 2 2 6 16
Hvistan 0 0 0 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar