Frælsur Ítróttur Føroya 06.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Ársaðalfundurin útsettur til 30. apríl

Hervið verður lýst til aðalfundar hjá FÍF. Fundurin verður í hølum ÍSF’s mikukvøldið 30. apríl klokkan 18.00. Fundurin er annars settur á skrá til 16. apríl, men verður av ymsum orsøkum útsettur.

Dagsskrá sambært lógini:

  • Val av orðstýrara
  • Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
  • Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
  • Innkomin mál
  • Val av nevndum og eykamonnum
  • Val av skrásettum grannskoðara
  • Ymiskt

Fyri vali standa:

  • Hallur Holm, formadur
  • Guttorm Sørensen, peningarøkil
  • Heini Hátún, nevndarlimur

Harafturat skulu eins og á hvørjum adalfundi veljast fyrri og seinni eykalimur.

Møguligar lógarbroytingar og mál, id ynskjast vidgjørd á adalfundinum, skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan adalfundinum. Somuleidis skulu uppskot um nýggjar nevndarlimir vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan adalfundinum.

Hesi uppskot skulu sendast til:

Frælsur Ítróttur Føroya Postboks 274 710 Klaksvík

Hvørt felag kann hava upp til trý umbod vid á fundinum. Vid atkvødugreidslu hevur hvørt felag eina atkvødu.

Breyð og okkurt afturvið kaffi verður at fáa.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar