Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Bragdið heim frá Tårnby Games við frálíkum úrslitum

Í Kastrup var tað líka við, at tey máttu sløkkja metalsøkjararnar í kvøld, tá Bragdarungdómar full-lessaðir við gulli, silvuri og bronsu fóru gjøgnum trygdareftirlitið. Ongantíð áður hevur fongurin í størstu donsku ungdómskappingini, Tårnby Games, verið so stórur. Bragdið hevur verið fastur fúsur til Tårnby Games seinastu árini, og hesuferð varð talan um størsta ferðalagið  nakrantíð. Ferðalagið fór avstað fríggjadagin við yvir 30 íðkarum og nógvum foreldrum, leiðarum og venjarum.

Kappast varð bæði leygar- og sunnudagin, og báðar dagarnar gekk sum eftir ánni. Heiðursmerki í hópatali skolaðu yvir Bragdarhópin og nógv heilt góð, ja óvæntað góð úrslit spurdust eisini burturúr. Fleiri bólkamet eru sett, og eisini vóru fleiri, sum kláraðu okkurt A-krav til talentbólkin.

Serliga yngru luttakararnir stóðu seg væl, og Jónas Isaksen, 9 ár, rann alt sundur og saman á bæði 60 m og 400 m. Á 400 m rakk tíðin ikki bara til bólkamet hjá dr. 9 ár, men eisini hjá dr. 10, 11 og 12 ár!!

Nógv onnur úrslit og nógvir aðrir íðkarar áttu at verið nevndir her, men verður tað ov drúgvt. Frásagnir frá kappingunum eru á heimasíðuni hjá Bragdinum: www.bragdid.fo og øll úrslitini eru at finna á hesi slóðini: http://test.mars-net.dk/meet/ShowMeet.aspx?MeetId=7139ae44-2711-47c3-af76-e87758f854e3

 
Hans Erland stóð seg sera væl, hóast hann er eitt ár yngri enn flestu av hansara mótstøðumonnum. Eiri og Jónas eru longu tveir rutineraðir harrar.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar