Longu komandi leygardag byrjar Grand Prix kappingin á breytini, sum FÍF skipar fyri saman við feløgunum. Kappingin verður skipað á sama hátt, sum seinsta ár, tvs. tríggjar kappingar, og verða tær allar hildnar á Tórsbreyt. Eins og seinasta ár, so er tíðarbilið millum umførini 2 vikur, og verða øll trý umførini avgreidd áðrenn summarfrítíðin byrjar. Umførini verða hesi:
1. Leygardagin 24. mai. kl. 12.00 Treysti/Roysnið (tilmelding í seinasta lagi týsdagin 20. mai kl. 24.00)
2. Leygardagin 7. juni kl. 15.00 Hvirlan (tilmelding í seinasta lagi týsdagin 3. juni kl. 24.00)
3. Leygardagin 21. juni kl. 12.00 Bragdið (tilmelding í seinasta lagi týsdagin 17. juni kl, 24.00)
Aftur í ár verður so at enda við “Afterparty”. Í ár verður tað sama dag sum seinasta Grand Prix, tvs. leygardagin 21. juni kl. 19.00 har øll heiðursmerkini eisini blíva handaði. Afterparty verður í hølunum hjá “Østrøm” á Skálatrøð.

Leygardagin 24. mai kl. 12.00 verða tað so Treysti og Roysnið sum skipa fyri, og kappingarnar verða hesar:
- Menn/kvinnur: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
- Dreingir/Gentur 18-19 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
- Dreingir/Gentur 16-17 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
- Dreingir/Gentur 14-15 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
- Dreingir/Gentur 12-13 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og klingrukast
- Dreingir/Gentur 10-11 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og bóltkast
- Dreingir/Gentur 8-9 ár: 60 m, 600 m, longdarlop og bóltkast
- Børn 5-7 ár: 60 m

Aftur í ár verða tey vaksnu ein partur av Grand Prix’num. Kappingarhátturin er skipaður á sama hátt, soleiðis at hvør aldursbólkur hevur fýra ymiskar kappingar: spurt, miðtein, kast og lop. Stigaskipanin verður óbroytt, og aftur í ár verður tað soleiðis, at nr. 1 í hvørji kapping fær 10 stig, nr. 2 fær 9 stig o.s.fr. Og tað verður tann sum hevur flest stig eftir tey trý umførini, sum gerst samlaður vinnari. Og øll trý umførini telja við. Tey allarminstu – 5-7 ár – sleppa eisini at royna seg í einari kapping hvørja ferð. Hetta er tó uttan fyri Grand Prix’ið.

Tað er klárt at melda til kappingarnar her á síðuni.
Seinasta freist at melda til er týskvøldið 20.mei kl. 24.00. Ongin tilmelding verður eftir hetta. Heldur ikki á staðnum!
Reglurnar fyri Grand Prix á breyt 2014 eru at finna undir “Reglur” ovast á síðuni.



You must be logged in to post a comment.