Leygardagin 31. mai kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 18. árið á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997 at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

Hjá øllum børnum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina. Tey vaksnu byrja millum skúlarnar og koma á mál vi Telebúðina. Talan er um DAF-góðkenda 5 km rutu.
Grand Prix á summarstevnum
• Kvinnur opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.
Skráin
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 1. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1998 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.00 Veteranar (f.1959-1968) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1958 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2007 ella seinni) – 665 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2004-2006) – 665 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2001-2003) – 1.330 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1997-2000) – 1.330 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Telebúðina
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, og har kann einans gjaldast við DANKORT. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 30. mai klokkan 21.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.
Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.




You must be logged in to post a comment.