Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Tvey føroysk met afturat

Tað vóru nøkur heilt serliga góð úrslit, sum okkara bestu langteinarennarar fingu, tá HM í ½ maraton varð runnið í Keypmannahavn 29. mars. M.a. fekk Marnar Djurhuus fatur á næst elsta føroyska metinum yvirhøvur, meðan Valborg Heinesen bøtti markant um sítt egna met. Áðrenn tað varð so vanligt at renna ½ maraton, var tað 20 km, sum var tann vanligi teinurin at renna. Hesin verður ikki runnin so ofta longur, men av tí at hetta er ein traditiónsbundin kappingarteinur, sum fram til 70’ini og 80’ini mangan var á skránni, verða eisini met skrásett á teininum.


Tilsamans fýra føroysk met tóku Marnar og Valborg í Keypmannahavn 29. mars 2014

Og júst tí høvdu fyriskipararnir av HM í ½ maraton gjørt eyka nógv burtur úr at tryggja, at bæði 10 km eins væl og 20 km skuldu kunna góðkennast sum heimsmet ella tjóðarmet, um onkur skuldi havt tíðirnar til tað. Á føroyska metlistanum var eingin skrásett 20 km tíð hjá kvinnum framman undan. Hjá monnum stóð Absalon Hansen sum methavari frá einari kapping í Svendborg seinast í 80’unum, har hann rann 1.06.45. Tíðin hjá Marnari í Keypmannahavn var 1.05.21 tími, men har skal so bruttotíðin vera galdandi. Marnar hevði bert tvey sekund fram til startin, so góðkenda metið hjá honum verður 1.05.23 tími.

Hetta verða so met nummar 15 og 16 fyri vaksin í 2014, tá bæði innan- og uttanduramet verða tald við.

FÍF ynskir Marnari og Valborg hjartaliga tillukku við metunum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar