Í góðveðrinum í dag var fyrra hálvan av FM 2014 hildin á Tórsbreyt. Lagt var upp til nakrar spennandi kappingar, og serliga í longdarlopi hjá monnum sá út til at vit fingu eina sterka kapping. Lotið var undan og fýra mennn hava í ár lopið yvir seks metrar, so vónin var at fáa nøkur góð +6 meturlop. Hóast tvey avboð, gjørdist kappingin bæði jøvn og spennandi. Men kortini uttan tey longu lopini. Tað var fimleikarin Bogi Berg, sum leyp longst við 5,91 m.
Avboð vóru eisini til kappingina hjá kvinnum, og bert Marita K. Petersen og Margit W. Fríðmundsdóttir kappaðust. Men her fingu vit eina kapping við heilt óvæntað góðum lopum. Í triðja umfari legði Margit seg á odda við 4,57 m – bara 2 cm frá føroyska metinum. Marita svaraði aftur við 4,61 m – og nýtt føroyskt met við 2 cm. (vindurin var góðkendur +2,0) Men í fimtu royndini svaraði Margit aftur við at leypa 4,74 metrar, sum er longsta skrásetta lopið hjá føroyskari kvinnu, sum vit vita um. Men her var vindurin ov nógvur til at lopið kann góðkennast sum met. Hetta var tó nóg mikið til sigurin, hóast Marita fekk enn eitt góðkent lop yvir gamla metið, hesuferð 4,60 m. Tær kundu soleiðis báðar tvær fegnast eftir lokna kapping. Margit fyri gullið og Marita fyri nýggja føroyska metið!
Og Margit skuldi fáa enn meira at fegnast um hendan fyrsta dagin av FM. 100 m finaluna vann hon trygt eftir ein heldur spakan start. Men við sínum longu fetum rann hon allar aftur, og kann næsta árið rópa seg Føroya skjótasta kvinna. Tíðin var 14,18 sekund. Tað var mótvindur í dag hjá spurtarunum, og tíðirnar vóru hareftir. Í finaluni hjá monnum var tað bert Rúni Jacobsen, sum kom undir 12 sekund, og við 11,79 sekund vann hann á Róa Holgarssyni, sum annars hevur vunnið FM fýra undanfarnu árini.
Heri Ziska endurvann í dag FM-heitið í klingruvarpi, sum hann annars misti í fjør. Og við sigri í sleggjuvarpi gjørdist tað sum vant ein góður dagur hjá Hera við tveimum gullmerkjum. Eisini Randi Kúrberg fekk víst, at tað framvegis er dugur í henni, tá hon van tryggan sigur í sleggjuvarpi.
Rúni Seloy fór í dag heim við fýra gullmerkjum, eftir at hann vann 400 m rimarenning, 400 m, 800 m umframt 4×100 m við Bragdinum. Rebekka Fuglø vann eisini 400 m, 800 m og 4×100 m. Serliga 400 m renningin hjá kvinnum hevði høgan standard. Allir fýra rennararnir vóru væl undir gamla oyggjaleikakravinum, sum var 64,0 sekund.

Rebekka, Margit, Katarina og Karin í nógv sterkasta 400 metri nakrantíð í Føroyum. Klára tær allar oyl-kravið til næsta ár?
Nú gjørdist hetta bert ein skjót, leyslig frágreiðing. Úrslitini niðanfyri tala fyri seg. Vit gleða okkum til kappingarnar í morgin. Byrjað verður klokkan 13.00.
| FM2014 úrslit leygardagin 2. august 2014 | ||||
| 100 m innleiðandi menn | ||||
| Riðil 1 – vind -2,2 | ||||
| 1. | Rói Holgarsson | 1992 | Bragdið | 12,34 |
| 2. | Bogi Berg | 1994 | Hvirlan | 12,43 |
| 3. | Trygvi Laksaberg | 1994 | Hvirlan | 12,78 |
| 4. | Rani Friang Rasmussen | 1985 | Roysnið | 13,12 |
| Riðil 2 – vind -1,5 | ||||
| 1. | Rúni Jacobsen | 1994 | Hvirlan | 11,86 |
| 2. | Tummas Napoleon Arge | 1995 | Hvirlan | 12,23 |
| 3. | Regin Joensen | 1995 | Bragdið | 12,38 |
| 100 m finala menn – vind -2,5 | ||||
| 1. | Rúni Jacobsen | 1994 | Hvirlan | 11,79 |
| 2. | Rói Holgarsson | 1992 | Bragdið | 12,21 |
| 3. | Tummas Napoleon Arge | 1995 | Hvirlan | 12,25 |
| 4. | Bogi Berg | 1994 | Hvirlan | 12,44 |
| 5. | Regin Joensen | 1995 | Bragdið | 12,51 |
| 6. | Trygvi Laksafoss | 1994 | Hvirlan | 12,6 |
| 100 m kvinnur finala – vind -2,2 | ||||
| 1. | Margit Weihe Fríðmundsdóttir | 1999 | Bragdið | 14,18 |
| 2. | Karin Holm Simonsen | 1999 | Bragdið | 14,58 |
| 3. | Marita Káradóttir Petersen | 1998 | Bragdið | 14,76 |
| 4. | Edna Maria Debes | 1997 | Hvirlan | 15,29 |
| 400 m menn finala | ||||
| 1. | Rúni Seloy | 1994 | Bragdið | 54,49 |
| 2. | Steingrímur Hallsson | 1997 | Bragdið | 55,64 |
| 3. | Regin Joensen | 1995 | Bragdið | 56,44 |
| 400 m kvinnur finala | ||||
| 1. | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti | 60,96 |
| 2. | Katarina Høj | 1999 | Bragdið | 61,92 |
| 3. | Margit Weihe Fríðmundsdóttir | 1999 | Bragdið | 61,95 |
| 4. | Karin Holm Simonsen | 1999 | Bragdið | 62,88 |
| 800 m menn finala | ||||
| 1. | Rúni Seloy | 1994 | Bragdið | 2.02,53 |
| 2. | Einar Gregersen | 1995 | Treysti | 2.02,81 |
| 3. | Regin Thomsen | 1976 | Roysnið | 2.11,15 |
| 4. | Rógvi Johansen | 1997 | Bragdið | 2.41,51 |
| DNF | Steingrímur Hallsson | 1997 | Bragdið | |
| 800 m kvinnur finala | ||||
| 1. | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti | 2.17,67 |
| 2. | Katarina Høj | 1999 | Bragdið | 2.23,96 |
| 5.000 m kvinnur finala | ||||
| 1. | Borgarhjørt Holm | 1966 | Bragdið | 20.39,47 |
| 5.000 m menn finala | ||||
| 1. | Marnar Djurhuus | 1995 | Treysti | 17.16,11 |
| 2. | Marnar Pattinson | 1970 | Roysnið | 17.31,08 |
| 3. | Henry Olsen | 1964 | Bragdið | 17.33,30 |
| 4. | Regin Thomsen | 1976 | Roysnið | 17.38,60 |
| 5. | Einar Gregersen | 1995 | Treysti | 17.46,61 |
| 6. | Rúni Skarðhamar | 1999 | Roysnið | 17.57,13 |
| 7. | Arnfinn Johannesen | 1965 | Roysnið | 19.31,24 |
| 400 m rimarenning menn finala | ||||
| 1. | Rúni Seloy | 1994 | Bragdið | 72,8 |
| 2. | Trygvi Laksafoss | 1994 | Hvirlan | 83,41 |
| 4×100 m kvinnur | ||||
| 1. | Bragdið | 55,01 | ||
| Karin Holm Simonsen, Katarina Høj, | ||||
| Rebekka Fuglø, Margit Weihe Fríðmundsdóttir | ||||
| 4×100 m menn | ||||
| 1. | Bragdið | 46,91 | ||
| Longdarlop menn | ||||
| 1. | Bogi Berg | 1994 | Hvirlan | 5,91 (+2,3) |
| 2. | Tórur Mortensen | 1998 | Hvirlan | 5,82 (+3,2) |
| 3. | Trygvi Laksafoss | 1994 | Hvirlan | 5,72 (+2,8) |
| DNS | Øssur Debes Eiriksfoss | 1990 | Hvirlan | |
| DNS | Jákup Dahl Ljósheim | 1998 | Hvirlan | |
| Lopseriur seinni | ||||
| Longdarlop kvinnur | ||||
| 1. | Margit Weihe Fríðmundsóttir | 1999 | Bragdið | 4,74 (+2,9) |
| 2. | Marita Káradóttir Petersen | 1998 | Hvirlan | 4,61 (+2,0)* |
| DNS | Louisa Svabo | 1992 | Hvirlan | |
| DNS | Barbara Debes Eiriksfoss | 1995 | Hvirlan | |
| *nýtt føroyskt met | ||||
| Lopseriur seinni | ||||
| Sleggjuvarp kvinnur | ||||
| 1. | Randi Kúrberg | 1972 | Hvirlan | 30,94 |
| 2. | Marita Káradóttir Petersen | 1998 | Hvirlan | 19,14 |
| DNS | Louisa Svabo | 1992 | Hvirlan | |
| DNS | Bjørk Reynagarð Svabo | 1996 | Hvirlan | |
| Kastiseriur seinni | ||||
| Sleggjuvarp menn | ||||
| 1. | Heri Ziska | 1967 | Hvirlan | 40,32 |
| 2. | Helgi Geyti | 1993 | Hvirlan | 28,68 |
| 3. | Teitur Seloy | 1994 | Hvirlan | 22,01 |
| Kastiseriur seinni | ||||
| Klingrukast kvinnur | ||||
| 1. | Marita Káradóttir Petersen | 1998 | Hvirlan | 26,14 |
| 2. | Edna Maria Debes | 1997 | Hvirlan | 19,14 |
| DNS | Louisa Svabo | 1992 | Hvirlan | |
| DNS | Bjørk Reynagarð Svabo | 1996 | Hvirlan | |
| Kastiseriur seinni | ||||
| Klingrukast menn | ||||
| 1. | Heri Ziska | 1967 | Hvirlan | 36,93 |
| 2. | Helgi Geyti | 1993 | Hvirlan | 29,63 |
| 3. | Tróndur Arge | 1994 | Hvirlan | 29,16 |
| 4. | Hans Hjørleivur Magnussen | 1995 | Hvirlan | 27,52 |
| 5. | Kristian Martin Garðalíð | 1990 | Hvirlan | 21,45 |
| DNS | Jákup Dahl Ljósheim | 1998 | Hvirlan | |
| Kastiseriur seinni | ||||

