Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

FM-Ung við føroyskum meti

Fyrri dagur  av FM-Ung førdi heilt nógv góð úrslit við sær. Og í næstseinastu kapping á degnum fingu vit mín sann um endan á einum føroyskum meti eisini. Hetta var tá ungu Bragdargenturnar vunnu kappingina á 4×100 m boðrenning. Ein kapping, har vit enntá kundu havt tvey lið undir gamla føroyska metinum. Men tíverri gjørdist eina skiftið hjá Hvirluni so miseydnað, at tann møguleikin fór fyri skeytið. Nýggja mettíðin er 53,00 sekund.


FMU-vinnararnir úr Bragdinum millum tvey Hvirlulið. 

Stundir blivu ikki til at gera øll úrslitini upp í dag. Vit fara at royna at fáa øll úrslitini kunngjørd her á síðuni seint sunnukvøldið.

Kappingarnar halda annars fram sunnudagin frá 13.00 til 17.00. Byrjað verður tó við skrúðgongu kl. 12.30.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar