Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Ungdómslandsliðið til Pallas Spelen

Hetta vikuskiftið fer eitt lítið føroyskt undgdómslandslið til Malmø at kappast í stóru innandurakappingini Pallas Spelen, sum fer fram í Atleticon í Malmø. Hetta eru íðkarar, sum hava klára A-krav til talentbólkin eftir freistina at klára kravið til VU-Spelen í summar, og tískil ikki sluppu við tá.

Pallas Spelen er kapping, sum seinastu árini er vaksin alt meira og meira bæði í styrki og vavi, so hetta er eitt gott høvi hjá okkara at fáa góða, sterka og javna kapping. Fýra av teimum fimm fara til Íslands at kappast vikuskiftið eftir, so hetta er eisini eitt sera gott høvi hjá teimum at finna út av, júst hvar man er í venjingini, og so byggja víðari úrslitini úr Malmø.

Okkara luttakarar eru:

  • Rúni Seloy, Bragdið – ferðaleiðari
  • Tummas Napoleon Arge, Hvirlan – ferðaleiðari
  • Edna Maria Debes, Hvirlan
  • Hildur Poulsen, Bragdið
  • Teitur Bjarnastein, Bragdið


F.v.: Teitur Bjarnastein, Rúni Seloy, Edna Maria Debes, Hildur Poulsen og Tummas Nap. Arge

Skráin leygardagin – (føroysk tíð):

  • kl. 11.45 Tummas Napoleon, 60 m innl. menn
  • kl. 12.30 Edna Maria og Hildur 60 m innl. G19
  • kl. 13.20 A+B finala 60m menn
  • kl. 13.40 Finala 60 m G19
  • kl. 16.20 Rúni og Teitur 400 m menn
  • kl. 18.30 Edna og Hildur 200 m G19

Skráin sunnudagin – (føroysk tíð):

  • 11.50 Edna Maria 60 m rimarenning G19
  • 13.40 Tummas Napoleon 200 m Menn
  • 15.45 Rúni og Teitur  800 m Menn

Vit fara at frætta nógv meira frá okkara fólki í morgin og sunnudagin

 

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar