Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Rúni Seloy kláraði kravtíðina til oyggjaleikir 2015

tekstur: Tummas Napoleon og Rúni

Sunnudagin var seinni kappingardagur hjá teimum fimm, sum eru við ungdómslandsliðnum í Malmø. Fýra teirra kappaðust í dag.

Við einari 800 metur tíð á 1:58,83 hevur Rúni Seloy lokið kravið til at vera við til Oyggjaleikir 2015.  Rúni kom væl frá byrjan, men kom at liggja nummar 2. Tíðin var heldur sein teir fyrstu 200 metrarnar, men fór tempoið upp aftaná tað. Rúni og ein drongur úr Vejle komu at kappast um oddasessin aftaná hetta. Tíðin er væl undir kravtíðina, áljóðandi 2:00,00. Teitur Bjarnastein kappaðist eisini, og hann setti persónligt met innandura við tíðini 2:06,20.

Pallasruni pallasteitur
Rúni Seloy rann undir kravtíðina, og hevur nú møguleika at vera við til sínar fjórðu oyggjaleikir. Teitur var nakað frá kravinum, men hevur nøkur skot eftir í byrsuni.

Tummas Napoleon Arge rann 200 metrar. Hann rann teinin á 24,62. Sjálvt um teknikurin var góður, er hann óvandur innandura, og krøppu svingini órógvaðu nógv, so hann hevði eisini trupult við at finna røttu rútmuna. Hendan kappingin var tó góður lærdómur, og longu næsta vikuskifti hevur hann møguleika at renna eina enn skjótari tíð.

pallastummas
T
ummas Napoleon Arge beint eftir startin á 200 metrum

Edna Maria Debes kappaðist á 60 metur rimarenning. Vegna vánaligt veður og væntandi innandura umstøður í Føroyum, hevur tað verið trupult at vant rimarenning. Tí haltaði teknikkurin eitt sindur, og tá kostar tað beinanvegin í tíð. Úrslitið gjørdist 10,81. sekund.

Edna Maria er fyrsta føroyska kvinnan, sum roynir seg í 60 m rimarenning, og er hetta sostatt nýtt føroyskt met.

pallasedna
Tvey eyka fet til fyrstu rim og síðan eitt eyka til báðar tær síðstu, kostaði væl av tíð. Har er nógv eftir at vinna hjá Ednu Mariu, sum nú eigur føroyska metið í 60 m rimarenning innandura.


Teitur hevði føðingardag leygardagin, og hetta bleiv sjálvandi hátíðarhildið við køku og fløggum. Teitur er nú 18 vetrar.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar