Leygardagin 28. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í TF Vetrarkappingini, sum aftur í ár verður fyriskipað á Fossánesi. Hetta er áttandu ferð at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Hesuferð fer renningin aftur fram á Fossánesi, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.
Veðrið hevur ofta havt ein stóran leiklut við í spælinum, tá kappingin hevur verið norðanfyri. Har hava rennararnir uppliva storm og flóð, oysandi regn, kavarok og stilli og sólskin. Seinasta ár var bæði vindur og regn.

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -1998) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1960-1969) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1959 ella fyrr) – umleið 8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1994-1998) – umleið 8 km
– Gentur / Dreingir (f. 1999-2003) – umleið 4 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1960-1969) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1959 ella fyrr) – umleið 8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1994-1998) – umleið 8 km
– Gentur / Dreingir (f. 1999-2003) – umleið 4 km
Aftur í ár verður runnið runt um Skúlan á Fossánesi. Ein rundteinur, sum er knappar 2 km. Vaksin renna fýra umfør og gentur/dreingir renna tvey umfør.

Startur og mál verða á sama stað, sum tá Fossánes Renningin er. Tvs. niðri á Fossávegnum beint áðrenn brekkuna niðan til skúlan.

Runnið verður niðan um skúlan, oman aftur á Fossávegin norðanfyri, so norður eftir gamla Fossávegnum og beint áðrenn ánna, (tvs. sunnanfyri ánna) verður runnið gjøgnum bøin og niðan á Múlavegin gjøgnum porturi, sum er har. Harfrá verður runnið heimeftir til landsvegin omanfyri Norðdepli, oman til ljóskurvina og norður eftir Fossávegnum aftur til málið.



Rutan (GG: myndin er frá seinasta ár, og tí stendur VK-5!)
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Freistin er fríggjakvøldið 27. februar kl. 22.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start, men tá er kostnaðurin kr. 100 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn!
Luttakararnir verða bidnir um at møta í Skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í skúlanum er møguleiki fyri skifting og brúsubað.
Eftir renningina bjóðar Treysti eisini okkurt ábit.
Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.




You must be logged in to post a comment.