Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Finalan í TF Vetrarkappingini verður leygardagin í smb. við Várkappingina og FM 10 km

Leygardagurin komandi – 28. mars 2015 – verður ein stórur dagur í rennihøpi. Roysnið skipar fyri árligu Várkappingini, sum eisini hevur status sum finala í TF-Vetrarkappingini umframt at vera kapping um føroyameistaraheitið í 10 km landavegsrenning í bólkunum hjá teimum vaksnu. Dreingir og gentur renna 5 kilometrar.

Starturin leygarmorgunin verður kl. 11.00 og øll byrja samstundis. Hann lovar hampuligt veður, lítlan vind og kanska eitt sindur av avfalli leygarmorgunin, so líkindini at renna eina góða tíð skuldu verið góð. Hetta er einasti 10 km teinur í Føroyum, sum er DAF-góðkendur. Teinurin hevur verið runnin í mong ár, men í sambandi við DAF-góðkenningina fyri tveimum árum síðani varð hann justeraður nakað.

startur fm 10 km 2014
Frá startinum seinasta ár

Bólkarnir eru teir somu, sum teir hava verið allan veturin:
– Kvinnur og menn opin bólkur (- 1998) FM 10 km
– Kvinnu- og Menn Veteranar (1960-1969) FM 10 km
– Kvinnu- og Menn superveteranar (1960-1959) FM 10 km
– Kvinnu- og Mansunglingar (1994-1998) – 10 km (ikki FM)
– Gentur og dreingir (1999–2003) – 5 km

Rutan
Byrjað verður omanfyri Kiosk Vár. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið. Tey ungu renna eftir somu rutu, men byrja við 5 km skeltið, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu.

Startnummur skulu heintast í kantinuni í skúlanum við Løkin frá kl. 10.00. Hetta skal verða avgreitt kl. 10.45. Tað verður møguligt at brúka skiftirúmini hjá NSÍ kjallaranum undir ítróttarhøllini. Har ber eisni til at fara undir brúsuna aftaná.

Eftir renningina bjóðar Roysnið til kaffi, the, bollar og køku í kantinuni í Skúlanum við Løkin. Klokkan 13.00 byrjar heiðursmerkjahandanin, og eftir tað kemur Tryggingarfelagið Føroyar at handa steypini til vinnararnar av samlaðu Vetrarkappingini. Tað verða sostatt fleiri handanir enn vanligt, og vit ynskja tí, at fólk seta eitt sindur meira tíð enn vanligt av til hendan partin.

Tilmelding fer fram her á síðuni fram til fríggjakvøldið kl. 22.00. Eftir tað kann hetta greiðast leygarmorgunin í kantinuni í Skúlanum við Løkshøll.

Kostnaðurin fyri luttøkuna er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar