Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Hallur rennur DM Ultra Trail á Bornholm

Á midnátt, danska tíð tvs. fyri lítlum tíma síðani, bleiv á fyrsta sinni skotin í gongd DM kapping í trail á langteini. Og við í kappingini er Hallur Holm, sum seinasta summar rann sína fyrstu ultrakapping í Íslandi. Kappingin í nátt verður 50 miles, ella beint yvir 80 kilometrar, og fer fram á Bornholm í náttúruvakra økinum við Hammershus og suður til Jons Kapel.

IMG_1969

Sum sagt bleiv byrjað á midnátt, danska tíð, so fyrstu fimm tímarnar verður bølamyrkt. Teinurin er lagdur soleiðis til rættis, at tað er oman og niðan alla tíðina, so tað verða heilir 3.000 hæddarmetrar tilsamans.

Hallur hevur fyrireikað seg væl til kappingina, men harmast tó eitt sindur um, at hann ikki fekk ein ella tveir heilt langar venjingartúrar. Longsti túrur var fyri trimum vikum síðani, tá hann rann teir 53 kilometrarnar úr Tjørnuvík og heim til hús. Tað tók honum 4 og ein hálvan tíma. Men tað er lítið afturímóti teimum umleið 9 tímunum, sum Hallur væntar at koma at renna teinin uppá.

Tað merkir so, at gongur alt eftir ætlan, skuldi Hallur verið komin á mál klokkan átta leygarmorgunin, føroyska tíð. Kappingin um DM er eisini skipað sum DM í aldursbólkum við 5-ára intervallum. Og her vónar Hallur, at eitt heiðursmerki kann spyrjast burturúr.

Tað verða umleið 60 rennarar við til kappingina.

IMG_1966

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar