Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Fjarðastevnurenning á Strondum fríggjakvøldi kl. 18

Í samband við Fjarðastevnuna á Strondum komandi vikuskifti, skipar Roysnið fyri rennikapping fríggjakvøldi 19. juni kl. 18.00.

Byrjað og enda verður á Fløtuvegi tætt við Barnagarðin og Bygdahúsið. Runnið verður út eftir Fløtuvegi oman á Strandaveg (landsvegin) og síðani út móti Raktanga, har vent verður við virkið hjá Stranda Máling. Síðani verður runnið inneftir aftur til býlingin Við Sjógv har runnið verður niðan eftir Sjóvarbrekku út á Fløtuveg á mál. Hettar er ein teinur á uml. 5 km.

IMG_1312
Hendan myndin er frá renning á Strondum í 2011

Børnini renna á Fløtuvegi og er teinurin 400, 600 og 1500 metur.

Aldursbólkarnir hjá teimum vaksnu síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f.1970 -1999) tvs. 16 ár ella eldri – 5 km
• Menn opin bólkur (f.1970 -1999) tvs. 16 ár ella eldri – 5 km
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1960-1969) tvs. 46-55 ár – 5 km
• Menn (M45+) veteranar (f. 1960-1969) tvs. 46-55 ár – 5 km
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1959 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri – 5 km
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1959 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri – 5 km
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Aldurbólkarnir hjá børnum eru hesir:
– Dreingir-7/Gentur-7 (f.2008 ella seinni) – 400m
– Dreingir-10/Gentur-10 (f.2005-2007) – 600m
– Dreingir-13/Gentur-13 (f.2002-2004) – 1500m
– Dreingir-17/Gentur-17 (f.1998-2001) – 1500m

Tilmelding fer fram á www.fif.fo í seinasta lagi hóskvøldi kl. 22.00 ella á staðnum ein tíma áðrenn kappingarbyrjan. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn, og skal rindast tá startnummarið verður avheintað á staðnum.

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Roysnið, at undirtøkan verður góð.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar