Frælsur Ítróttur Føroya 06.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Opin kapping mikukvøldið 22. juli

Av tí at Jatnatøk, sum skuldi verða mikudagin, er avlýst, fer FÍF í staðin at hava ein lítla opna kapping á breytini mikukvøldið 22. juli, har øll eru vælkomin at luttaka. Kappingin varar bert hálvan annan tíma.

Kappingargreinarnar vera spjótkast, 100 m, 400 m, mílin og 3.000 m, og verður tíðarætlanin hendan:

  • kl. 18.30 Spjótkast menn og kvinnur
  • kl. 18.30 100 m kvinnur
  • kl. 18.40 100 m menn
  • kl. 18.50 400 m kvinnur
  • kl. 19.00 400 m menn
  • kl. 19.10 Mílin kvinnur
  • kl. 19.20 Mílin menn
  • kl. 19.30 3.000 m kvinnur
  • kl. 19.45 3.000 m menn

Tíðirnar eru vegleiðandi og kappingin er ókeypis. Tað verða ikki latin heiðursmerki til tey bestu, men  tey kunnu ugga seg við, at kappingin er meldað til hjá DAF. Vónandi verður uppmøtingin góð. Stuttligt hevði verið at sæð onkur av teimum eldru roynt seg á einum 3.000 metri.


Hesi ungu fáa enn ein møguleika at royna seg, nú stutt eftir at tey eru komin heim frá VU-Spelen

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar