Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Landsliðið til Íslands

Í dag fór landslið okkara til Íslands. Í ferðalagnum eru allir luttakararnir frá oyggjaleikunum umframt Ednu Mariu Debes og Margit Weihe Fríðmundsdóttir.

Hetta vikuskiftið verður kappast um íslandsmeistaraheitini í frælsum ítrótti, og okkara landsliðsíðkarar luttaka sum gestir. FÍF og FRÍ hava seinnu árini havt ymisk samstørv, og er hetta eisini ein partur av samstarvinum millum londini bæði.

Kappingarnar fara fram leygar- og sunnudagin, og vit fara at leggja út frágreiðingar her leygar- og sunnukvøldið.

DSC03712b
Hópurin avmyndaður beint undan fráferð. F.v. Regin Thomsen, Tórur Mortensen, Rúni Seloy, Hanus Bergsson, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Hallur Simonsen, Edna Maria Debes, Rebekka Fuglø, Hallur Holm og Bjørk Herup Olsen. Marna Egholm, sum kemur beinleiðis úr Keypmannahavn, vantar á myndini.

Skráin hjá føroysku fólkunum sær soleiðis út:

Kappingarskrá okkara leygardagin 25. juli 2015
Klokkan Kappingargrein Fornavn Eftirnavn
10.30 Longdarlop kvinnur innleiðandi, Margit Weihe Fríðmundsdóttir
10.30 Longdarlop kvinnur innleiðandi Edna Maria Debes
11.20 100 m kvinnur innleiðandi Margit Weihe Fríðmundsdóttir
11.30 Longdarlop menn, innleiðandi Tórur Mortensen
–
13.30 Longdarlop kvinnur, finala Margit Weihe Fríðmundsdóttir
13.30 Longdarlop kvinnur, finala Edna Maria Debes
14.50 100 m kvinnur, finala Margit Weihe Fríðmundsdóttir
15.00 Longdarlop men, finala Tórur Mortensen
15.40 1500 m menn, finala Rúni Seloy
15.30 Spjótkast menn, finala Hanus Bergsson
15.55 1.500 m kvinnur, finala Rebekka Fuglø
15.55 1.500 m kvinnur, finala Bjørk Herup Olsen
Kappingarskrá okkara sunnudagin 26. juli 2015
Klokkan Kappingargrein Fornavn Eftirnavn
13.30 Trístøkk kvinnur, finala Edna Maria Debes
14.00 800 m kvinnur, finala Rebekka Fuglø
14.10 800 m menn, finala Rúni Seloy
14.30 200 m finala, kvinnur Margit Weihe Fríðmundsdóttir
14.40 Trístøkk menn, finala Tórur Mortensen
14.55 3.000 m kvinnur, finala Bjørk Herup Olsen
14.55 3.000 m kvinnur, finala Marna Egholm
14.55 Klingrukast menn, finala Hallur Simonsen

 

Myndir

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar