Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslit opin kapping á Svangaskarði

Mikukvøldið kl. 18.30 skipaði Treysti fyri opnari kapping á Svangaskarði. Kappast bleiv í 100m, 400m, 800m, 3.000m og kúlustoyti. Veðrið var hampuliga gott, tó at eitt lot var sunnaneftir. Nú tað stundar til bæði FM og FMung, so varð væntað fleiri luttakarar enn teir sum møttu. Ynskiligt hevði verið við størri luttøku, men tað vísir bert hvussu trupult kappingar á breyt hava tað í Føroyum.

Hóast lítla undirtøku so blivu nøkur persónlig met sett og nøkur fingu “pussað” formin áðrenn farið verður til DM fyri ung, sum verður á Hvidovre Stadion næsta vikuskifti.

 

11885263_10207180057489841_9186987754983102208_n

 

Úrslit Opin Kapping á Svangaskarði 12. aug. 2015 kl. 18.30

100m Menn v: 0,8
1.  14,44 sek.  Hans Sivertsen 2001 Treysti

400m Kvinnur
1. 60,30 sek.  Rebekka Fuglø 1993 Treysti

400m Menn
1. 67,78 sek.  Hans Sivertsen 2001 Treysti

800m Kvinnur
1.  2.29,76 min.  Oddvør Josephsen 2001 Treysti
2.  2.32,14 min.  Maria Biskopstø 2002 Treysti
3.  2.48,36 min.  Elin Kristina Ryan 2000 Treysti

800m Menn
1.  2.05,13 min.  Julian Gregersen 1998 Treysti
2.  2.13,67 min. Gunnar Sivertsen 1999 Treysti
3.  2.21,70 min. Júst í Túni 1986 Treysti

3.000m Menn
1.  10.47,92 min.  Regin Thomsen 1976 Roysnið
2.  11.14,66 min.  Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið

Kúlustoyt Kvinnur 2 kg
1.  9,39m  Birita Ryan 2002 Treysti 8,33 -8,85- 8,29- 8,86- 9,39- 8,49
2.  5,65m  Maria Josephsen 2004 Treysti – 5,54- 5,45- 5,65- 5,58- 5,59

Kúlustoyt Menn 4 kg
1.  9,27m  Hans Sivertsen 2001 Treysti 8,53-8,77- 8,89- 8,84- 9,27- 9,27

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar