Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Martin Gravesen nr. 7 í Reykjavík

Í gjár var Reykjavík maraton runnið, og sum vanligt vóru eisini føroyingar við. Millum teirra var Martin Gravesen, sum hevur havt eitt sera gott kappingarár higartil. Í mai gjørdist hann føroyameistari í ½ maraton, og í juni vann hann føroyameistaraheitið á fulla maratonteininum, tá hann gjørdist nummar tvey í Tórshavn Marathon 40 sekund aftanfyri bretan Joe Dale.

Ta ferðina rann Martin uppá 2.54.30. Í Reykjavík í gjár gjørdist tíðin 2.45.41 – næstan níggju minuttir skjótari enn í Havn, og sigur hetta ivaleyst okkurt um brekkurnar í Suðurstreymoy. Við hesi frálíku tíðini rann Martin Gravesen seg til samlað 7. pláss og til triðjaplássið í bólkinum 40-49 ár. Martin er sjálvur 48 ára gamal.

Gravesen á odda
M
artin Gravesen gongur á oddda í FM ½ maraton. Í gjár var hann næstan 10 min. framman fyri íslandsmeistaran í maraton.

Nógvir útlendingar luttaka í Reykjavík Marathon. Og tá kvaliteturin hjá teimum bestu íslendingunum er eitt sindur ivasamur, endaði besti íslendingurin heilt afturi sum nummar 25. Tað var Hranfkell Hjørleifsson við 2.55,04. Men tað sermerkta er meira hann, sum gjørdist nummar tvey av øllum íslendingunum.

Í 2010 vóru nakrir íslendingar við til VILT í Suðuroy, og her bitu vit merki í ein eldri íslending, sum rann óvanliga væl fyri sín aldur. Sigurð Sigurðbjørnsson æt maðurin, sum hevði verið í Føroyum fyrr, har hann hevði telvað landsdyst móti føroyingum. Tað vísti seg, at hann hevði øll íslendskt met í ultrarenning. Sigurbjørn er føddur í 1955 og er sostatt 60 ára gamal. Tíðin hjá honum í gjár var 2.59,35!

Hóast hann endaði á 49. plássi, vóru bara tríggir íslendingar framman fyri Albert Johansen úr Frælsi, sum hevði tíðina 3.09.28. Ann-Mari av Skarði rann eisini teir gott 42 kilometrarnar og kom á mál við 4.00.14 tímar.

 

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar