Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Gásadalur – Sandavágur, enn kann meldast til.

Aftur í ár skipar ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri eini hálvmaraton renning leygardagin 5. september. Teinurin runnið verður er, úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági.

Tað var 4. mars í 2004 at ítróttarfelagið Frælsi bleiv sett á stovn og varð tíggjunda árið fagnað við at renna eftir føroya flottastu hálvmaratonrutu. Runnið varð gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað varð við skúlan í Gásadali og komið varð á mál við kirkjuna í Sandavági. Dagurin í 2014 eydnaðist so serstakliga væl og við stórari luttøku, har 40 kvinnur og 44 menn gjøgnumførdu hørðu rutuna. Avgjørt varð beinanvegin at hetta skuldi blíva eitt afturvendandi tiltak.

Gásadalur 2014
Nógvir rennarar løgdu frá landi í Gásadali í fjør. (mynd: Jóannes Nielsen)

Rennararnir møta kl. 9.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjað. Møguligt verður hjá luttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brúsu. Av Giljanesi verður farið við bussi til Gásadals, starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5 km verður ein vatnpostur.

Fyrireikararnir vóna at síggja nógvar rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram við vegnum sum fara at heppa á rennararnar tá teinurin í støðum kann vera eitt sindur tungur.

Í ár verður eisni motiónsrenning har møguligt verður hjá fólki at ganga/renna úr Vatnsoyrum til Sandavágs. Møtt verður í Vatnsoyrum har startnummur verða útflýggjað.

Tilmeldingin fer fram inni á heimasíðuni hjá FíF renn.fo. Tað er møguligt at melda til renningina fram til hósdagin 3. september á midnátt, tá lukkað verður fyri tilmelding. Luttakarar til motiónsrenning kunnu somuleiðis melda seg til á renn.fo og eisini við at tekna seg á staðnum.

Kostnaður fyri at luttaka í hálv marathon er kr. 275,- og fyri motiónsrenning kr. 100,-. Kostnaðurin fyri børn til og við 16ár er kr. 20,-.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar