Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

RENN FYRI BRÓSTINI verður í Vágum 27. september

Sunnudagin 27. september skipar Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum, saman við Ítróttarfelagnum Frælsi, fyri stuðulsrenning í Vágum. Endamálið er at varpa ljós á bróstkrabba.

Runnið ella gingið verður eftir Vørunum frá Vatnsoyrum og til nýggja skúlan á Giljanesi. Ein ógvuliga vakur túrur, ið er umleið 6 km. Tá ið øll eru komin á mál, heldur Magni Mohr fyrilestur um heilsu, og Elsibet Antonsdóttir syngur nakrar sangir.

Tilmelding og gjald á FIF.FO. Kostnaður kr. 100,- fyri vaksin. Børn og ung í skúlaaldri gjalda einki.

Gjaldast skal á hesi slóð:  http://askur.fo/dforms/form451051.html

Møguleiki er at stuðla við at keypa lutaseðlar undir tiltakinum.

Renningin  byrjar í Vatnsoyrum kl.13.00 stundisliga

Kl. 12.45 Møta í Vatnsoyrum

Kl.12.50 Vælkomin og Upphiting

Kl. 13.00 Byrja at renna/ganga

Kl. 14.00 Vatn, frukt, kaffi/te, køka og lutaseðlasøla

Kl. 14.20 Fyrilestur við Magna Mohr

Kl. 14.40 Elsibet Antonsdóttir syngur

Kl. 14.50 Lutaseðlar verða drignir

 

plakatA3_2015

Myndir

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar