Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Eldri tilfar aftur tøkt

Tey sum seinnu árini hava roynt at funnið gomul úrslit, gomul tíðindi og gamlar myndir her á heimasíðuni, hava aloftast kunnað staðfest, at bara boðini “ERROR” og “NOT FOUND” ella okkurt tílíkt kemur fram á skermin.

Hetta kemst av, at tvær ferðir síðani heimasíðan av fyrstan tíð varð gjørd, er servarin sum vartar heimasíðuna skiftur út, og tað tilfarið, sum hevur ligið á fyrru servarunum er ikki flutt við.

Heimasíðan hjá FÍF æt upprunaliga – og eitur eisini enn – athletics.fo. Tað var Sølvi Reinert Hansen, sum longu um aldarskiftið gjørdi síðuna, sum sostatt var ein av teimum fyrstu av sínum slagi.

Sølvi Runt Agnið
Sølvi Reinert Hansen hevur gjørt eitt megnar come-back sum triðji maður hjá Roysnið 3. Men aftan fyri leiktjøldini hevur hann gjørt eitt enn størri come-back. Sølvi, sum var fyrsti formaður í FÍF og sum sjálvur hevur gjørt heimasíðuna, er nú farin í holtur við at bjarga øllum tí gamla tilfarinum, sum liggur á gomlu servarunum.

Sølvi hevur nú verið og rótað inni á gomlum servarum, og bjargað nógvum av tí gamla tilfarinum, sum áður lá á síðuni. Tað er tí sera gleðiligt, at tit kæru heimasíðulesarar, aftur kunnu leita eftir gomlum úrslitum og gomlum tíðindum. Enn eru tó nógvar myndir eftir at bjarga. Men ætlanin er so, at allar tær mongu myndirnar, sum einaferð vóru at finna á heimasíðuni, aftur skulu koma til heiður og æru hjá okkara lesarum.


Vit ynskja Sølva bestu eydnu við arbeiðinum. Her er hann avmyndaður umborð á Athenu, cruise-skipinum, sum hýsti oyggjaleikaluttakarunum í Hetlandi í 2005. Hann er á veg á fund við IGA.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar