Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Venjingarlega á Húsum

Nú er eitt sindur síðani, at tær vælumtóktu venjingarlegurnar fyri ungdómslandsliðið var á regluligari skrá. Men nú fara vit at herja á við landsliðssamlingum, og fyrsta venjingarlegan verður á Húsum vikuskiftið 22.-24. januar.

Ætlanin hevur sum so verið, at legurnar eru fyri ungdómslandsliðið, men tey eldru á A- Oyl-landsliðunum eru eisini vælkomin við á legurnar. Vit eru blivin rættiliga nógv í bólkinum nú. Ja, vit kunnu vera heilt upp til eini 40 fólk. So tað er eitt stórt arbeiði, sum er farið fram úti í feløgunum. Hesi úrslitini eru ikki komin av sær sjálvum!


Hópurin í Gøtuborg í summar. Tey eru øll framvegis akkurát líka stríðsfús

Fyrsta legan verður sum sagt á Húsum. Men fyrsta venjingin verður í Klaksvík, áðrenn vit fara út í Kallsoynna. Hetta verður styrkivenjing við Treysti. Tað er ikki meiningin, at hava nakra serliga harða venjing á legunum. Tær eru meira ætlaðar sum samansjóðandi hendingar, har vit læra hvønn annan at kenna. Bæði leiðarar, venjarar og íðkarar úr øllum feløgunum.

Vit fáa heldur ikki lagt venjingina neyvt til rættis, fyrr enn vit vita, hvør kemur við. Og hvørjir venjarar kunnu koma við. Facebook-bólkurin FÍF-landslið 2016-17 er tann nýggi bólkurin, sum vit brúka til kunning og til tilmelding.

Fram móti VU-Spelen fyrst í juli, miða vit ímóti at hittast 3-4 ferðir afturat. Tað kunnu verða long vikuskifti, men talan kann eisini bara verða um eina einkulta venjingarsamling, har vit øll eru saman.

Vónandi taka øll væl undir við ætlanunum. Tað plagar at vera stuttligt. Síggjast á facebook-bólkinum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar