Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Treysti og Marna í kapping um vikuskiftið

Treystadiddur
F.v. Birita, Maria J, Óluva, Vibeka og Maria B (mynd: Treysti)

AV HEIMASÍÐUNI HJÁ TREYSTI:

Stórt ferðalag úr Treysti er í dag farið til Íslands at kappast og venja. Longu í morgin skulu fimm gentur luttaka, sum gestir, í kappingini um Íslandsmeistaraheitið fyri børn 11-14 ár. Tær fimm genturnar eru: Birita Ryan, Maria Biskopstø, Óluva Allansdóttir Joensen, Maria Josephsen og Vibeka Sivertsen.

Kappingin um Íslandsmeistaraheitið fer fram í nýggju innandura høllini í Hafnarfirði. Seinnapartin í dag høvdu tey eina lætta venjing undir sera góðum umstøðum í Kaplakriki, sum høllin eitur.

Í næstu viku fara íðkararnir úr Treysti at venja saman við FH, sum er felagið í Hafnarfirði.

Túrurin er millum annað fyrireiking til DM fyri ung, sum verður fyrst í mars. Vónandi verða tað nøkur teirra ið megna krøvini til tess.

Við tað at talan er um Íslandsmeistaraheitið, so fáa tær onki heiðursmerki, sjálvt um tær enda í topp trý.

Skráin hjá teimum sær soleiðis út í morgin:
10.00 Hædd Maria Biskopstø
10.00 Longd Maria Josephsen
10.40 60m Vibeka Sivertsen
11.55 60m  Maria Josephsen
12.25 60m  Birita Ryan
12.50 Kúla Birita Ryan og Óluva A. Joensen
14.35 600m Maria Josephsen
15.05 600m Vibeka Sivertsen
15.20 800m Maria Biskopstø

og sunnudagin:
10.00 Longd Birita Ryan, Maria Biskopstø og Óluva A. Joensen
12.00 Kúla Maria Josephsen

Næsta vikuskiftið verður kappast í Stórmót ÍR, sum verður hildið fyri 20. ferð í ár. Tá fara eini 20 íðkarar úr Treysti at luttaka. Tá koma eisini íðkarar úr Bragdið og Hvirluni at luttaka.

Eins og undanfarin ár, so gistir ferðalagið á føroyska Sjómansheiminum Hotel Ørkin.

 

MARNA EISINI Í KAPPING

Í morgin verður kappast um Danmarkarmeistaraheitið í langari lendisrenning. Okkara sterka Marna Egholm verður við í kappingini, og sera spennandi verður at síggja, hvussu hon fer at standa seg. Kappingin fer fram í Esbjerg, og teir flestu av teimu allarsterkastu rennarunum í Danmark verða við.

Marna hevur vant nógv seinastu tíðina. Hóast talan er um tunga venjing, er formurin góður, og vit vóna at Marna megnar at eta seg so langt inn á topp 10 listan sum gjørligt.

FÍF ynskir øllum góða kapping og góða eydnu.

 

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar