Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

TF VK 5 og FM í lendisrenning

Nú leygardagin verður 5. umfar av TF Vetrarkappingini runnið í Hoydølum. Hetta umfarið er samstundis FM í lendisrenning í øllum bólkum. Tað verður Bragdið, sum verður vertur fyri hesum umfarinum, og á heimasíðu teirra skriva tey soleiðis:

———-

Nú várið nærkast, nærkast eisini ein av okkara afturvendandi rennikappingum.  Hendan kappingin er eitt sindur øðrvísi, enn hinar og verður leygarmorgunin 13.februar kl. 11.00

Umframt at verða ein partur av vetrarkappingini, er hetta eisini føroyameistarakapping í Lendisrenning.  Umhvørvið runnið verður í, er vanliga grønt og vakurt, tí runnið verður á fløtuni við studentaskúlan í Hoydølum og inni í viðarlundini, eystaru megin Hvítanesvegin. So at siga bara nakrir metrar av asfalti, verða undir fótunum. (men her verður bleytt lagt á vegin, so til ber at renna við píkum)   Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km,  og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11. Aftaná renningina ber til at fara í brúsu og so er eisini ein góður drekkamuður at fáa, meðan heiðursmerkjahandanin fer fram.

Startur vaksin2
Beint eftir startin hjá teimum vaksnu í fjør

Øll kunnu verða við, sjálvt tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til inni á renn.fo áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Tilmeldingin kostar 50 kr fyri vaksin og 20 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygarmorgunin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 og 50 kr.

Startnummar skal heinast leygarmorgunin frá kl. 10 í Studentaskúlanum

Veðrið ræður sær, og tí verður spennandi, um tað verður kapping við ella uttan kava. Tað frætta vit meira um, tá leygardagurin nærkast.

Vælkomin til Lendisrenningina 2016

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar